Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

27. nov 2024

Omanfyri 1.400 jólakort send úr Skúlanum á Fløtum

Í morgun vóru hesi fínu jólakortini latin Posta. Jólakortini er nýggjasta átakið hjá Føroyar lesa, har vit vilja eggja næmingum at senda onkrum eina persónliga jólaheilsan.

Mestsum allir næmingarnir í Skúlanum á Fløtum, Gulaskúla og í Lopfjølini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort.
Skúlin hevur tikið væl ímóti átakinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri. 

-Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar. Og onkur einstakur hevur eisini sent mær eina jólaheilsan, sigur Regin við einum smíli. 

Jólakortini eru eitt átak hjá Føroyar lesa. Regin sigur, at hetta er eitt stuttligt og serligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan, øðrvísi enn tey eru von við. 

-Tá vit spurdu, vóru tað bara nøkur heilt fá, ið kendu til jólakort og enn færri, ið høvdu roynt at skrivað ella teknað eitt. So tá vit høvdu greitt frá, hvat jólakort merktu fyri tey, ið eru nakað eldri enn hesi, sum nú ganga í skúla, vóru næmingarnir beinanvegin við upp á at senda eina "gamaldags heilsan", sum tey nevndu tað.

Mestsum allir næmingarnir frá forskúla til 9.flokk hava teknað og skrivað heilsanir til bæði nær og fjar seinastu vikuna. Tey flestu brøvini eru til adressur í Føroyum. Nakað av heilsanum fara til Danmarkar og onnur norðanlond, men her vóru eisini heilsanir til m.a. Frankaríkis, Senegal, Italia og so langt sum til Avstralia. 

Skúlin á Fløtum hevur tikið væl undir við átakinum og mælir til, at hetta eisini verður samskipað av Føroyar Lesa næstu árini. 

- Ja, hetta halda vit fegin fram við, um Føroyar Lesa og Posta stuðla einum slíkum átaki aftur næsta ár. So vónandi heldur næsti stjórin í Posta eisini, at hetta er eitt gott hugskot. 

-Tað verða í øllum førum fleiri, sum kunnu hyggja í postkassan ein av næstu døgunum eitt sindur heitari um hjartað, sigur Regin, nú Posta hevur heintað omanfyri 1.400 jólakort í Skúlanum á Fløtum 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar