Tíðindi
21. mai 2026
Størv 26/27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjølini og Gulaskúla
20. mai 2026
LÆTTLESTUR
20. mai 2026
UNGDÓMSKRIMI
20. mai 2026
TEKNISØGA
20. mai 2026
DE 5
20. mai 2026
SKALDSØGA TIL TEY ELDRU
20. mai 2026
Ensk skaldsøga
14. nov 2024
FIRST LEGO LEAGUE Í SKÚLANUM Á FLØTUM
KAPPINGIN VAR LEYGARDAGIN
Í FIRST LEGO League arbeiða luttakarar í bólkum við at loysa veruligar trupulleikar. Høvuðsuppgávurnar eru:
- 1. Robott-design og programmering: Byggja og forrita eitt tólmenni, sum kann loysa ymiskar uppgávur eini breyt.
- 2. Innovatiónsprojekt: Finna eina loysn til eina veruliga avbjóðing, ið er tengd at árliga evninum. Hetta kann vera alt frá umhvørvistrupulleikum til samfelagsligar avbjóðingar.
- 3. Core Values: at vísa gott samstarv, virðing fyri øðrum og at arbeiða saman sum eitt lið.
Tveir bólkar sleppa víðari frá FM til Danmarkar at kappast um danmarksmeistaraheitið. Vinnararnar í Danmark sleppa síðani longri út í heim í altjóða finaluna.
Okkara skúli hevði 11 lið við:
- Úr 7.fl: 8 bláber, Ljósareyð mannfólk frá Venus
- Úr 6.fl: Grønlingarnir, Teir 8 tararnir, Kongafiskarnir, Teir 23 hávarnir, 7 Legopettir, 25 grindir, 26 dropar, 7 sitrónir, Hýsurnar
Vinnararar leygardagin gjørdust Perlurnar úr Eysturskúlanum, sum høvdu gjørt plast burtur úr tara. Á øðrum plássi vóru Aquadreams úr skúlanum við Løkin í Runavík. Tey høvdu gjørt ein sjóvarfallsflaka, sum kann gera streym til alivinnuna.
Í ljóðbrotinum niðanfyri greiðir Sjúrður lærari frá. Upptøkan er frá kringvarpinum, og alt ljóðbrotið er at finna HER.
Keldur: Margreth lærari, kvf.fo
Myndir: Margreth lærari