Tíðindi

20. Oct 2026

TVÆR ENSKAR

20. Oct 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. Oct 2026

LÆRARAHILLIN

09. Oct 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. Oct 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. Oct 2026

LÆRARAHILLIN

09. Oct 2026

TIL TEY YNGSTU

02. Feb 2024

NÆMINGAR HANDAÐU BORGARSTJÓRANUM VERKÆTLAN

Í hesi vikuni hevur verið arbeitt verið við verkætlan í hádeildini, og í næstu viku eru framløgur. Á heimastíðuni hjá Tórshavnar kommunu hava tey hesi tíðindi at bera:

Í gjár komu tveir næmingar úr 9.flokki í Skúlanum á Fløtum á gátt á Ráðhúsinum við einari verkætlan, ið teir handaðu borgarstjóranum.

Hjalti Steintún Gaard, Mikal Asano og Jónas í Króki hava sett 100 fólkum  ymsar spurningar m.a. um, hvussu nøgd fólk eru við samfelagið, og hvat vantar. Hetta er í samband við verkætlan, ið teir hava gjørt hesa vikuna í skúlanum.

Næmingarnir hildu, at Tórshavnar Kommuna eisini skuldi síggja úrslitið av verkætlanini, og komu tí á gátt og góvu borgarstjóranum eitt eintak av verkætlanini.

“Tað er hugaligt, at ungfólk eisini viðgera samfelagsviðurskifti. Fyri okkum politikarar er tað eisini av týdningi at hoyra tey ungu," sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Kelda: torshavn.fo

mynd: torshavn.fo

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar