Tíðindi

01. des 2025

NÝGGJ BÓK UM AVROÐ

27. nov 2025

”MASTERCHEF” Í SKÚLA­KØKINUM

26. nov 2025

JÓLINI HJÁ MIRU

21. nov 2025

SKRIVLIG JÓLAROYND

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

28. nov 2023

Køge Open: Nógv gull til Johannis og bronsa til Lilju í 6.b

Kappingin “Køge Open” hevur verið í vikuskiftinum. Hetta er ein rættiliga stór kapping, har kappast verður í Herfølge og í Køge – tey kappast í aldursbólkum. 16 ár og eldri er vaksni bólkurin. Tað vóru 3. og 4. lið í Havnar Svimjifelag, sum kappaðust niðri. Níggjui næmingar úr okkara skúla tóku lut.

Hesi eru:

  • Jóhannis í Stórustovu
  • Lilja Sørensen
  • Aron Berg Joensen
  • Kira Fernandez
  • Sigbjartur J. Egholm
  • Mariella Henriksen
  • Nóa Róason Stakksund
  • Jónatan Samuelsen

Hesi ganga øll í 6.- 8. flokki hjá okkum.

Tey svumu nógv ymiskt í part, og felags fyri tey øll var, at tey betraðu seg heilt nógv. Á 3. liði venja tey fimm ferðir um vikuna og á 4. liði fýra ferðir. So hesi arbeiða hart fyri at fáa góð úrslit.

Tey, sum komu heim við heiðursmerkjum, vóru Lilja og Jóhannis. Lilja vann bronsu í 25 rygg – og Jóhannis vann samfull ellivu heiðursmerki og níggju teirra vóru gullheiðursmerki. Ikki smávegis.

Við miðvísari venjing spyrjast góð úrslit burturúr. Hjartaliga til lukku, tit níggju!

Mynd og tekstur: KDA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar