Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

23. jan 2023

2.B: "Í FELAG KUNNU VIT Í SKÚLANUM Á FLØTUM GERA MUN"

Vit í 2.b fóru forvitin og fegin at vitja Brennistøðina á Sandvíkahjalla hósdagin.
Hon verður kallað Kommunala Brennistøðin, tí hon tekur sær av øllum burturkasti í Tórshavnar kommunu. 

Á Kommunalu Brennistøðini starvast 32 starvsfólk tilsamans, millum annað handverkarar, maskinførarar, bilførarar, umhvørvisfólk, vaskifólk og fyrisitingarfólk. Tey arbeiða við fyribyrging, endurnýtslu, endurvinningi, orkuvinningi og tyrving. 
 
Brennistøðin hevur ein virknan leiklut í arbeiðinum at minka um nøgdir av burturkasti. Hetta gera tey til dømis við støðugt at kunna borgarar, skúlar og vinnu um burturkast og soleiðis eggja teimum at taka stig til átøk við fyribyrgjandi endamáli. Málið er bæði at økja um endurnýtsluna og eisini um vørubólkar at endurnýta.
 
Brennistøðin vil varðveita mest møguligt tilfeingi í ringrás og virka fyri áhaldandi at gerast betri. Tilfar, ið verður flutt av landinum til endurnýtslu, skal flytast á ein umhvørvisliga skilagóðan hátt, siga tey. Tey virka eisini fyri, at tyrvt verður á umhvørvisliga skynsaman hátt. Tilfar, ið verður tyrvt, skal ikki geva frá sær evni, sum skaða heilsu og umhvørvi.
 
Brennistøðin tekur ímóti umleið 17.000 tonsum av burturkasti og letur umleið 32GWh til fjarhita hvørt ár. Ynskið er, at mest møgulig orka skal verða brúkt til fjarhita. Tey selja árliga umleið 4.500 tons av ruskjarni til endurvinningar. Av hesum eru umleið 1.500 tons persónbilar.
 
Vit, sum búgva og liva í heimsins minsta høvuðsstaði, hava líka stóra ábyrgd sum øll onnur at verja umhvørvið. Málið er stórt, men í felag kunnu vit í Skúlanum á Fløtum eisini gera ein mun. Vit kunnu saktans verða ein liður í arbeiðinum at økja um endurnýtslu og minka um burturkast. Vit kunnu til dømis minnast til at hugsa okkum væl um, tá ið vit nýta tilfar, sum til dømis papp og pappír, og gera okkum ómak at skilja burturkastið.
 
Endurnýta vit papp og pappír í staðin fyri at framleiða nýtt, minkar orkunýtslan niður í helvt, vatnnýtslan 80% og spillvatnsmongdin enn meira.  CO2-útlátið minkar við 4,1 tonsi hvørja ferð vit endurnýta eitt tons av pappíri. Endurnýtslupapp og endurnýtslupappír verður millum annað brúkt til eggjabakkar, vesirullur, pappkassar, skúlahefti, gólvpapp, bylgjupapp, pappírsdúkar og serviettar.
 
Vit vilja fegin takka Beintu og hinum starvsfólkunum á Kommunalu Brennistøðini fyri áhugaverdu rundvísingina.  Vit lærdu eina rúgvu, og vóna, at vit øll fara at gera okkara besta, fyri at steðga tí óhepnu gongd, sum er á umhvørvisøkinum í løtuni.

Myndir: SSO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar