Tíðindi

21. mai 2026

Størv 26/­27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjøl­ini og Gulaskúla

20. mai 2026

LÆTTLESTUR

20. mai 2026

UNGDÓMSKRIMI

20. mai 2026

TEKNISØGA

20. mai 2026

DE 5

20. mai 2026

SKALDSØGA TIL TEY ELDRU

20. mai 2026

Ensk skaldsøga

  • Mynd av facebookvanganum hjá Erlingi
25. jan 2022

NÚ ER ERLING SKIPARI

Erling Mørkøre, gekk í Venjingarskúlnum, og hann fekk 9. floks prógv fyri nøkrum árum síðani. Vit kenna  Erling sum ein hugagóðan, fittan næming;  ein rættur stríðsmaður.

Morgunsendingin hjá Kringvarpinum hevur tosað við okkara góða  gamla næming í sambandi við, at hann hevur tikið skiparaprógv. Tað serstaka er, at próvtakarin er orðblindur, og tað hevur havt við sær, at hann hevur verið noyddur at nomið sær serstøk fimi til tess at koma ígjøgnum bókligan lestur. Erling sigur í sendingini, at hann fekk góða hjálp í skúlanum, og tað er hann takksamur fyri.  Vit í skúlanum eru fegin um, at Erling varpar ljós á dysleksi, so fólk fáa meira vitan um evnið.

Samrøðan við Erling er at finna á leinkinum HER

Skúlin á Fløtum  leggur stóran dent á  at lofta næmingum við lesitrupulleikum. Vit hava lærarafólk við hollari vitan innan øki, og tey kunnu veita hjálp, undirvísing og ráð til næmingar og eisini aðrar lærarar.

Les um okkara orðblindalærarar HER.

Um dysleksi: Fylg slóðini HER.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar