Tíðindi
30. okt 2026
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
27. okt 2026
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
20. okt 2026
TVÆR ENSKAR
20. okt 2026
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
20. okt 2026
LÆRARAHILLIN
09. okt 2026
Ungdómsbók - lættlestur
09. okt 2026
LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK
17. des 2021
ÚTVARPSLEIKUR: EINGIN JÓLAFRÍTÍÐ
Jákup lærari skrivar
Jákup Dahl Wardum er ein av lærarunum, ið hevur fyrireikað jólaundirhaldið í ár. Ikki fólki at siga, gjørdist alt øðrvísi enn ætlað. Jákup hevur hetta at siga okkum:
Ætlanin var at framføra leikin EINGIN JÓLAFRÍTÍÐ, men grundað á íkomnu koronustøðuna mátti ætlaða jólaundirhaldið avlýsast.
Í skjótari vending fóru vit undir at royna at gera hetta um til útvarpsleik. Hetta eydnaðist akkurát, og upp á 4 dagar náddu vit at taka alt upp, spæla allar sangirnar inn og klippa tað til soleiðis, at øll børnini í skúlanum sluppu at hoyra útvarpsleikin ígjøgnum høvuðshátalararnar beint áðrenn tey fóru í jólafrí. Úrslitið kann hoyrast her niðanfyri. Røsk børn, tað er vist.
Leikurin
- “Eingin Jólafrítíð”. Tekstur og tónleikur eftir Leif Maibom.
- Hans Nielsen hevur umsett leikin.
- Málfryd Glerfoss og Guðrið Trondheim hava umsett sangirnar.
- Tað eru næmingar úr 6. flokkunum í skúlanum á Fløtum, ið hava lagt røddir til, og spælt og sungið sangirnar inn.
- Lagt til rættis hava Sigmund Jógvansson og Jákup Dahl Wardum.
Gleðilig jól øll somul og gott nýggjár.
