Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
FÓTBÓLTSNÆMINGAR Á NÁMSFERÐ
Allan Tungá, lærari, skrivar
Týsmorgunin var kósin sett ímóti Keypmannahavn, 9. flokkur skuldi á námsferð – eina fótbóltsnámsferð.
Henda dagin komu vit til Dan Hostel á Langebro, og næmingarnar fingu at vita, hvar teir skuldu sova – 5 næmingar í hvørjum kamari. Og ein róligur týsdagur lá fyri framman.
Mikudagin vóru vit tíðliga á fótum og vitjaðu eftirskúlan í Holbæk, har fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst arbeiðir. Sigast skal, at Christian tók sera væl ímóti okkum. Næmingarnir spældu dyst ímóti terimum á skúlanum, og úrrslitið gjørdist ein 5-3 sigur til Sáf.
Hósdagin vóru vit aftur snimma á fótum, og leiðin gekk til Lyngby. Her høvdu tveir venjarar hjá Lyngby skipa fyri góðari venjing til næmingarnar. Komnir heim aftur á hotellið, høvdu næmigarnir frí í nakrar tímar til at shoppa o.a.
Fríggjadagin fóru vit, sum ikki einaferð á túrinum, tíðliga avstað og hesaferð við tokinum til Kies eftirskúla. Vit vandu við saman við teimum á skúlanum. Eftir venjingina var eitt upplegg frá einum av lærarunum um lívið á Kies. Næmingarnir vóru sera væl nøgdir við bæði venjingina og sjálvan skúlan. Beint eftir vitjanina á Kies var gingið yvir til Peter Bangs gade, tí øll skuldu venja á venjingarøkinum hjá FCK. Har vóru frálíkar venjingar innan framúrskarandi karmar.
Komin aftur á hotellið gjørdu øll seg klár til at fara í Parkina at hyggja at landsdystinum Danmark –Føroyar. Allir næmingarnir høvdu málað sær andlitini og vóru annars til dystin fús. Gingið var saman við øllum hinum føroysku fjepparum til Parkina: ein megnar uppliving, sum neyvan verður gloymd aftur.
Leygardagin var mentan, fólkaræði og norðurlendskt samstarv á skránni. Vit hittu Sjúrð Skaale, sum var so fryntligur at hann vildi hitta okkum í Fólkatinginum leygarmorgunin. Blíður og týður tók hann ímóti okkum, leiddi okkum runt á Borgini og greiddi frá, hvussu gerandisdagurin hjá einum fólkatingsmanni er. Stórsligin og veldug vitjan í sjálvum "eyganum" í danska demokratinum.
Eftir at hava notið blíðskap á Kristjansborg, fóru vit yvir um vegin til Nordens Hus, har Kristina Háfoss tók ímóti okkum. Hon greiddi frá um fjøltáttaða norðurlendska samstarvið uppgávurnar, tey arbeiða við. Eitt sera forvitnisligt og hugtakandi upplegg frá blíðu Kristinu. Sunnudagin gekk leiðin so heim aftur til brimbardu klettar okkara. Og longu dagin eftir fóru næmingarnir beint í starvslæru.
Hendingaríka námsferðin var komin at enda.
Myndir: ATU



























