Tíðindi

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

04. mar 2026

7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI

03. mar 2026

ENSKUR LÆTTLESTUR

03. mar 2026

5 MANGABØKUR

03. mar 2026

8 GRAFISKAR SKALDSØGUR

10. jun 2021

FIMISBRØGD OG SO ÍS OMANÁ

Næmingarnir í 6. flokki vóru í gjár niðri í klintri-  rullifjalahøllini í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Katrin Karlsdóttir, námsfrøðingur, var við í hópinum, og hon sigur við heimasíðuna, at  næmingarnir høvdu ein sera góðan og stuttligan dag. Tá ið børnini vóru liðug at klintra og standa á rullifjøl, fingu tey høvi at keypa sær ís. Og tað var ikki bara ein vanligur ísur, men ein av teimum vælumtóktu, sum fæst í gamla bacalaobygninginum, sum í dag verður nevndur Sjóvinnuhúsið, sigur Katrin. 

Sára Sondum er ein av lærarunum, ið var við, og hon sigur soleiðis um dagin í telduposti:

 
Vit eiga djarvar og skrappar næmingar á Skúlanum á Fløtum!
 
Næmingarnir í 6. flokkunum høvdu Bacalaodag í dag. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu væl tey dugdu og tordu í Klintri- og Skatehøllini á Bacalao. Næmingarnir eru fyrimyndarligir, tá ið vit fara út at vitja støð, og umboða skúla okkara so væl!
 

Myndir: KKJ og SSO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar