Tíðindi

19. des 2025

JÓLAGUDS­TÆNASTAN

18. des 2025

Jóla­haldið fyrrapartin

17. des 2025

FELAGS SANGLØTA

16. des 2025

AFTURVEND­ANDI LUSIAGONGAN VAR Í GJÁR

16. des 2025

MÍN JÓLABÓK 2025

16. des 2025

Sjey fittar jólasøgur

13. des 2025

3. FLOKKUR Á BOÐANESHEIMINUM

  • Morgunsangurin í grunddeildini í morgun
26. feb 2021

FÝRA FLOKKAR KOMANDI SKÚLAÁR

Býráðið gjørdi av í gjárkvøldið,  at fýra 1. flokkar verða her í skúlanum skúlaárIÐ 2021/2022.   Hetta merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn til 1. flokk at byrja í summar, sleppa í skúlan at ganga.

Á býráðsfundinum samtykti býráðið eisini at endurskoða leiðreglurnar fyri næmingaupptøku í kommunalu fólkaskúlunum. Nýggju leiðreglurnar leggja upp til, at skúlaárið 2022/23 verða tríggir flokkar í 1. flokki, so sum skúlin er ætlaður til. Ætlanin er, at nýggju leiðreglurnar í størri mun leggja dent á bústað tætt við skúlan, og at hetta eisini verður galdandi fyri pláss í forskúla

Frítt skúlaval hevur verið í Tórshavnar kommunu síðani aldaskiftið. Tá ið fleiri næmingar hava verið skrivaðir inn til 1. flokk, enn pláss er fyri í viðkomandi skúla, hevur upptøkan tikið støði í, um barnið hevur gingið í forskúla, um tað hevur systkin í skúlanum, um tað býr nærhendis skúlan og møgulig onnur serlig viðurskifti.

Í sambandi við innskrivingina til 1. flokk til skúlaárið 2021/22 gjørdist greitt, at óvanliga nógv ynsktu at skriva børn inn í Skúlan á Fløtum.Bæði børn, sum búgva í vesturbýnum, men eisini børn aðrastaðni í kommununi, hava ynskt at koma í 1. flokk á Føtum. Skúlin er ætlaður at hava tríggjar flokkar frá forskúla til 7. flokk og fimm flokkar í 8. og 9. flokki.

Vit í Skúlanum á Fløtum  bjóða øllum næmingum hjartaliga væl komnum í skúla í  augustmánað.

Kelda: torshavn.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar