Tíðindi
LESIÍSURIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK
PYLSUDAGURIN Í SANDAGERÐI
11 STUTTSØGUR
7 STUTTSØGUR
Donsk ungdómsbók
LOND
FÓTBÓLTUR
"HVÍ FLAGGAR SKÚLIN Í DAG?"
“Hví flaggar í dag?” spyr ein forvitin næmingur garðvaktina , meðan Egga Jensen kemur gangandi framvið. Egga var lærari í Læraraskúlanum í nógv ár, har hann virkaði sum eitt slag av ítróttarmentori og kveikjara – umframt at undirvísa sjálvandi. Stundum vitjar hann aftur á slóðina, og í dag eru stundir til eitt prát. Gamli læraraskúlalærarin verður ikki spurdur um flaggingina, og hann nevnir einki um nakran merkisdag. Egga fer, og garðvaktin fær ikki frið á sær; hon vil sleppa undan at sita á setta spurninginum frá næminginum.
“Læraraskúlin fyllir 150 ár í dag,” Terji húsavørður er skjótur at svara í telefonini. Hann veit, tí tað er nevnliga hann, ið plagar at vinda Merkið á stong. Svarið verður latið næminginum, forvitnisfjálturin leggur seg, og klokkan ringir. Í somu løtu fer Mikkjal Mikkelsen, lektari, í skundi niðan móti Námsvísindadeildini. Hann gevur sær tó stundir at støðga á: “Fyrstu næmingurin í Læraskúlanum fekk longu prógv í 1871 eftir fáar mánaðar í skúlanum,” sigur hann, tá ið garðvaktin ynskir honum til lukku við stóra degnum. Mikkjal fer, og garðvaktin sleppur sær inn av manntómu grasfløtuni.
---
Byrjanin til læraraskúlan var heldur fløkjaslig. Hóast mótsøða var í fólkinum um at fáa skúlar, so vóru fleiri, sum vildu betra um skúlaskapin í Føroyum. Á heysti 1868 søkti Løgtingið um pening fyri at fáa lærararnar á Realskúlanum at undirvísa og útbúgva føroyingar til lærarar. Hóast mótstøðu frá eitt nú amtmanninum, varð Færøernes Seminarium loksins sett á stovn í 1870.
Tólv lesandi vóru í fyrsta læraraflokkinum. Longu á vári 1871 fekk Gregers Joensen av Eiði prógv sum lærari. Orsøkin til hesa skjótu lærutíð var helst tann, at hann hevði verið skúlalærari, áðrenn hann fór á Læraraskúla. Fyrsti lærarin við föroyskari útbúgving arbeiddi øll síni ár á Eiði.
Tey fyrstu árini tók tað tvey ár at lesa til lærara, og ikki fyrr enn í 1938 skuldi tú lesa 4 ár. Kvinnur sluppu á Læraraskúla í 1884, og føroyskt gjørdist lærugrein í 1907.
Fyri 50 árum síðan flutti Læraraskúlin út á Frælsið saman við Venjingarskúlanum, og har hevur skúlin húsast síðani tá. Upprunaliga var Venjingarskúlin venjingarskúli hjá Læraraskúlanum, og samstarvið millum skúlanar var øgiliga tætt fyrstu mongu árini. Læraraskúlin hevur ongan venjingarskúla longur, nú fer starvsveningin frama kring landið og stundum uttanlands eisini. Í 2008 gjørdist Føroya Læraraskúli partur av Fróðskaparsetri Føroya, og Læraraskúlin fekk heitið Námsvísindadeildin.
Vit ynskja Námsvísindadeildini hjartaliga til lukku við 150 ára degnum hjá Læraraskúlanum.