Tíðindi

09. des 2025

SKÚLAJÓL 2025

09. des 2025

JÓLAHALD FYRI FORELDUR OG AVVARAÐANDI

09. des 2025

Djór

09. des 2025

2 BØKUR UM VITLÍKI

09. des 2025

UM GOSFJØLL OG JARÐSSKJÁLVTAR

09. des 2025

5 BØKUR UM ÍTRÓTT

09. des 2025

FÁTÆKABÝLINGAR

25. sep 2020

BROYTINGAR VÆNTANDI Á SKÚLABÓKASVØNUNUM

Ein arbeiðsbólkur er júst liðugur við eitt álit um nýggja bókasavnslóg.  Skúlabókasøvn eru eisini nevnd í álitinum. Mælt verður m.a.  til, at landið og kommunurnar so skjótt sum gjørligt taka upp samráðingar um, hvussu virksemið hjá skúlabókasøvnunum skal skipast framyvir.Talgildar bókasavnstænastur til fólkabókasøvn og skúlabókasøvn skulu skipast og mennast við føroyskum e-bókum og netljóðbókum. Staðfest verður, at talgildu tænasturnar eru vorðnar ein alt størri partur av virkseminum hjá bókasøvnunum, at ynskiligt er við eini bókasavnslóg, ið fatar um alt bókasavnsøkið, og at hon verður orðað út frá veruleikanum, sum hann er í dag.   

Í 1999 komu  IFLA, altjóða bókasavnssamgongan, og UNESCO,   felagsskapurin fyri útbúgving, vísund og mentan , við eini  yvirlýsing um skúlabókasøvn. Í henni verður sagt um skúlabókasøvnini:

 

  • At tey eru  týðandi liður í útbúgvingartilgongdini
  • At tey hava týðandi leiklut í menningini av lesi- og skriviførleikum
  • At tey hava týðandi leiklut í kunningarførleikum
  • At tey hava týðandi leiklut í undirvísing
  • At tey hava týðandi leiklut í læring og mentan

 

Longu í 1979 vórðu skúlabókasøvnini  umrødd í fólkaskúlalógini, men nú 40 ár seinni kunnu væntast broytingar.

 

Alt álitið kann lesast HER

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar