Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

19. jun 2020

"BREIÐIÐ VEINGIR TYKKARA, FINNIÐ EGNA FLOG TYKKARA"

“Tað er ringt at sleppa tykkum, men eg eri eisini errin, at vit kunnu siga farvæl í dag og kunna takka tykkum fyri hesi 9 árini. Eg kundi hugsað mær at enda hesa løtuna við nøkrum orðum,  eg havi lánt frá Bill Gates. Hann helt eina talu fyri nøkrum lesandi í 2017, og hann segði:

Verið sannførd, men gloymið ikki forvitnið, tí í forvitninum liggur lærdómurin. Verið bjartskygd, men ikki góðtrúgvin, tí bjartskygni er vindur í seglini, ikki bara hjá tykkum, men øllum rundan um tykkum eisini. Og mest av øllum - fylgið dreymum tykkara, tí missa tit teir burtur,  so endar tað við, at tit verða sett í starv hjá onkrum, sum fær tykkum at fylla teirra dreymar.

Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,

hvør sigur, hon finnst ei í heimahøll?

Tú átti ei friðleysur leita so fjart,

men lært teg at elska tað, sum tú sært.

 

Vit eru glað fyri at kunna sleppa tykkum, og vit gleða okkum uppaftur meira, tá ið tit koma aftur undir øðrum umstøðum við lærdómi og við útbúgvingum. Vónandi fara tit at mynda framtíðina í okkara lítla, men framúrskarandi samfelag her mitt úti í Atlantshavi. Vónandi fara tit at vísa sama treystið og drivið, sum tit hava víst, meðan tit hava gingið í skúla. Vónandi fara tit framhaldandi at megna at standa saman, at lyfta í felag, soleiðis sum tit hava gjørt higartil. Góða eydnu í ókomnum døgum øll tit í 9. flokki. Breiðið veingir tykkara, finnið egna flog tykkara. Takk fyri meg, takk fyri okkum øll í Skúlanum á Fløtum… .”

Soleiðis endaði  Regin Marnersson, skúlastjóri, røðu sína fyri næmingunum í 9. flokki, sum fingu prógvini handað í góðveðrinum  á Tórsvølli í dag. Nógv fólk vóru komin saman  til hugnaligu hátíðarløtuna, sum var fjálgað við strerku yndisligu  sangrøddini hjá  Jens Marna Hansen.

Hjartaliga til lukku øll tit, sum nú við fólkaskúlaprógvi í hondini siga Skúlanum á Fløtum farvæl. Veri framtíðin tykkum bjørt og andrík.

 

RØÐAN HJÁ REGINI KANN LESAST HER

 

HOYRIÐ JENS MARNA HANSEN SYNGJA:

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar