Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

19. jun 2020

KVØÐA STJÓRANS TIL NÆMINGARNAR Í 9. FLOKKI

 

RØÐAN, REGIN STJÓRI HELT, TÁ IÐ PRÓGVINI VÓRÐU HANDAÐ NÆMINGUNUM Í 9. FLOKKI Á TÓRSVØLLI SEINNAPARTIN: 

 

Góðu næmingar. Ella rættari - góðu fyrrverandi næmingar. Og góðu foreldur og avvarandi. Hjartaliga vælkomin til hesa fráfaringarløtuna. Eg fari at byrja við nøkrum orðum sum Tummas M Smith týddi úr donskum úr yrkingini De nære ting:

So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist, sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond, enn síggja tað vakra, sum er í nánd.

Fyri 9 árum síðan byrjaðu tit í 1. flokki, og nú standa tit her. Á gáttini til restina av lívinum. Og tað er kanska einki forgjørt í, at vit standa her á Tórsvølli. Tjóðarleikvølli okkara. Vit eiga enn onga skúlahøll og hava heldur ikki enn fingið nýggja stásiliga skúlan handaðan. Men tað skal ikki forða okkum í at gera løtuna góða. So hvat betri enn Tórsvøll. Tað er her vit standa saman sum tjóð um fótbóltslandsliðið. Á hesum graslíkinum standa vit djørv og við uppreistari pannu. Her hava vit dirvi at møta størstu fótbóltstjóðunum í Evropa. Soleiðis ímyndi eg mær eisini, at tykkara leið fram móti hesum degnum hevur verið. Tað er eitt stríð at koma á mál. Og fyri at røkka góðum úrslitum er neyðugt at vera fyrireikaður, vera í venjing, vera djarvur, snildur, tolin og rættiliga treiskur. Tað eru virðini, tit vónandi hava fingið við í skjáttuna úr skúlanum. Samanhald, treysti, dirvi og snildi. Og ikki minst hetta at reisa seg aftur, tá mann dettur, tí vit hava øll roynt at detta, summi harðari og summi oftari. Men tað, sum stendur eftir, er mátin vit reisa okkum upp aftur, viljin, treystið og dirvið sum ber okkum víðari. Tað hava vit sum tjóð roynt meira enn eina ferð á hesum graslíkinum. Bæði at detta og reisa seg aftur við stíli.


Men eg kundi hugsað mær at vent aftur til yrkingina, eg byrjaði við. At vera menniskja er eitt sindur sum í yrkingini. Ikki at vera rótleysur, men altíð at vera á ferð. Hendan ferðin er fyri tykkum komin at enda í fólkaskúlanum. Og vónandi hava tit sæð tað vakra á ferðini og kunnu taka virðini við tykkum.

Tit byrjaðu øll í 1. flokki á øðrum skúlum enn Skúlanum á Fløtum. Summi á Venjingarskúlanum, summi í Kommunskúlanum, onnur á Sankta Frants skúla. Harafturat byrjaðu fleiri tykkara á øðrum skúlum í býnum, í Føroyum og enntá uttan í heimi. Nú standa tit her so stásilig. Øll hava tað í felag, at tit enda tykkara skúlagongd í Skúlanum á Fløtum.

Síðan fyrsta skúladag er nógv broytt. Barnatennirnar eru farnar ein og ein. Tað barnsliga er farið av tykkum so við og við. Tit hava spakuliga førkað tykkum móti hesum degnum. Seinasta degi í fólkaskúlanum. Vit á skúlanum eru so ómetaliga fegin um, at vit sluppu at eiga ein lítlan part av tykkum hesi árini, tit hava gingið hjá okkum. Hvør einasti av tykkum fer at búgva í hjørtunum á okkara lærarum og námsfrøðingum. Tað er eitt sindur sorgblítt at siga farvæl. Men vit hava øll vitað, at henda løtan fór at koma. Og vit eru errin av, at hava gingið fyrstu skúlafetini saman við tykkum, eg eri ikki minni errin av at kunna handað tykkum prógv um eina løtu. Prógv, sum eru atgongumerki til ferðina út í restina av lívinum.

Summi fara á Miðnámsskúla ella NámX, onnur á eftirskúla, onkur fer út í heim, ja, nøkur í fjarskotin lond, hóast Koronastøðan ger alt eitt sindur ivasamt. Tað er, sum tá ein fuglaflokkur fer á flog. Brádliga fara øll í allar
ættir. Men tað góða er, tá ein løta er farin, so setast fuglarnir aftur á klettarnar at láta. Tann løtan fer eisini at koma hjá tykkum. Men ikki enn, tí fyrst skulu tit royna tykkara egnu veingir nær og fjar.

Tað leiðir meg inn á mítt yndissitat úr barnabókmentunum. Pippi, ótrúliga gentan hjá Astrid Lindgren, sum fylti 75 ár 21. mai í ár. Gentan, ið ikki er eld ein dag hóast høga aldurin skal hava sagt.

Hetta havi eg ongantíð roynt áður, so hetta fari eg heilt sikkurt at klára.

Tit hava ongantíð roynt áður at sleppa at velja frítt. Men tit hava víst, at tað hava tit eisini megnað, nú hava tit valt leið, í øllum førum fyrstu fetini.

Problemið við sitatinum er ikki tit. Problemið er, at Pippi hevur ongantíð sagt orðini, ið eru mítt yndissitat. Vit kundu sagt, at sitatið er fake news. Tí sambært heimasíðuni hjá rættindagrunninum hjá Astrid Lindgren stendur júst hetta sitatið undir ”Kend men skeiv sitat”.

Tað, sum Pippi segði í bókini “Pippi fer at keypa”, var, tá hon bleiv spurd, um hon dugdi at spæla klaver:

“Hvussu skal eg vita um eg dugi at spæla klaver, tá eg ongantíð havi spælt upp á eitt klaver. Og tað sigi eg tær, Tommy, at duga at spæla klaver uttan klaver. Tað krevur ómetaliga nógva venjing”

Ikki tí at tað beinleiðis kann samanberast, men tit sluppu í vár at ganga í skúla, uttan at ganga í skúla. Orsaka av Korona varð skúlin stongdur og 1-2-3 so var skúlin opin aftur á netinum. Síðan tá hava tit saman við okkum mestsum gingið í tjúkkum mjørka. Eingin hevur sæð serliga langt fram, og eingin hevur vitað, hvussu alt fór at ganga. Men vit vistu øll, at henda løtan fór at koma. Og hetta kláraðu vit eisini saman, uttan at nakar
okkara hevði vant. Tí vit høvdu hvørki roynt tað fyrr ella havt nakað klaver.

Tað, sum tit fram um alt hava prógvað saman við tykkara lærarum, er, at tit eru sterk og sunn. Tit megna ógvusligar broytingar, og tit megnaðu tað í felagsskapi. Tit høvdu dirvi at traðka út í tað ókenda. Millum annað tí er tað, at vit við eini góðari kenslu sleppa tykkum á flog á egnum veingjum um eina løtu.

Eg vil fegin enda hesa lítlu løtuna við nøkrum orðum, ið eg havi lænt frá Bill Gates, sum í 2017 í eini talu fyri lesandi á einum universiteti segði:

Verið yvirbevíst, men gloymi ikki forvitni, tí har liggur lærdómurin. Verið optimistisk, men ikki góðtrúgvin, tí optimisman er vindur í seglini hjá øllum ikki bara tær sjálvum. Og mest av øllum fylg tínum dreymum. Um tú missir tínar dreymar burtur, endar tað við, at tú verður settur í starv hjá onkrum, sum fær teg at gera teirra dreymar til veruleika.

Tá rennur mær í huga seinasta ørindi av yrkingini Nánd, sum eg byrjaði við. Har stendur:

Tann eyðnan, tú hómar um blánandi fjøll, hvør sigur, hon finst ei í heima høll.
Tú átti ei friðleysur leitað so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.

Vónandi fara tit at mynda framtíðina í okkara lítla men fantastiska samfelag her mitt úti í Atlantshavinum. Og vónandi fara tit at vísa sama treysti og dirvi, sum tit hava víst hesi seinastu 9 árini. Vónandi megna tit framhaldandi at standa saman og lyfta í felag, á sama hátt, sum tit hava gjørt.

Góða eydnu í ókomnum døgum og breiðið tykkara veingir og finnið tykkara egna flog. Takk fyri meg og okkum á Fløtum.
Og til tykkum avvarandi: Takk fyri, at vit sluppu at læna tykkara gimsteinar.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar