Tíðindi
24. mar 2026
VAL Á SKÚLABÓKASAVNINUM
22. mar 2026
3. OG SEINASTA VIKA: AFTUR SPENNANDI MATARSKRÁ
19. mar 2026
SKÚLALEIKIR: 4.B VANN
19. mar 2026
5. FLOKKARNIR TIL SKÚLALEIKIR
15. mar 2026
HEILSUGÓÐUR MATUR
13. mar 2026
6.d á Hotel Føroyum
12. mar 2026
SPENNANDI FRAMLØGA
17. jun 2020
LEIÐSLUÚTBÚGVING: FIMTI HVØR ÚR SKÚLANUM Á FLØTUM
25 hava fingið prógv í námsfrøðiligari leiðslu. Skúlin av Fløtum eigur fimtingin, og tey eru: Mary Ann, Marilyn, Regin, Rigmor og Arnóra.
Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum hava í hug at arbeiða við skúlaleiðslu.Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at styrkja leiðandi førleikarnar hjá skúlaleiðslum, soleiðis at tær sum best kunnu stimbra yrkisligu og sosialu evnini hjá einstaku lærarunum. Námsfrøðilig leiðsla er eisini um at stimbra samstarvið millum lærara, næming og foreldrini.
Útbúgvingin er sett saman í tveimum: Fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á bachelorútbúgving, og næstu 30 ECTS-stigini er útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.
Námsvísindadeildin og Glasir hava skipað leiðsluútbúgvingina.
Vit ynskja okkara fólki og stóra hópinum annars hjartaliga til lukku.
(Mynd: Jens Mortan)