Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

15. jun 2020

VATN, VATN, VATN ....

Vatnkríggj á Argjum

 
Hetta eru minniligir dagar – seinastu skúladaganir hjá 9nda ð ...
Undir vanligum umstøðum høvdu vit sitið og knossast við próvtøkuna, verið nervøs og spent og bangin; men við korona varð alt hetta avblást ...
 
... enntá seinasti skúladagur varð avblástur!!!
 
Dagurin, har næmingarnir í 9nda blaka bomm til (og ikki minst eftir) teimum yngru næmingunum, meðan “SKÚLIN ER LIÐ’GUR! ER LIÐ’GUR! ER LiÐ’GUR! Í DAG-AG!!” rungar um allar geilar, og vit sproyta við vatni eftir teimum djarvastu og mest slikksjúku av teimum smáu ... vit kláraðu tað mega væl, tá vit vóru tey smáu, og tað var altíð stuttligt! Hvør sigur nei til at fáa bomm?!? ... og hvat so um tú fekst eitt sindur av vatni útyvir teg? Bomm eru lekkur!
 
... men nei, korona avblásti okkara síðsta skúladag við bommblakan og vatnbumbing av yngru flokkunum!!!
Tað stóð annars á kalendaranum 19/5 ... áðrenn vit skuldu til roynd ....
 
Men korona avlýsti royndina!!!

... VATNKRÍGGIÐ taka vit so aftur frá KORONA!!!!

“SKÚLIN ER LIÐ’GUR!! ER LIÐ’GUR!! ER LIÐ’GUR!!!” 
 
 
 


9ndi ð í HESTI

 


... Útferð í fagrasta sólskini í fjarastu útoyggj í Tórshavanar Kommunu ...
 
Nøkur fóru upp á oyggj at finna nógv róstu vøtnini, har man kann fiska síl ... onkur hevði enntá tráðu við ... men tað var dekan ov ljóst til slíkt virksemi, tá komið var uppá ... men tað var ein fantastiskur túrur ...
 
... Restin fór fyrst spákandi norðeftir vegnum ... líka til hann fjaraði burtur og gjørdist hagi, ella eitt rulluportur kom fyri ... so vendu vit nøsina heim aftur til bygdar, tí í Hesti hava tey ikki færri enn tveir “bátahylar”, har tað ber til at svimja ... annan brúkar Teistin eisini, tá hann verður tilkallaður til tey 0,2 ferðandi, sum eru við í miðal hvønn túrin (tað segði kringvarpið hendan mikudagin, vit vóru har úti), og hin er beint har hitapotturin stendur.

Tað bar eisini til at svimja uppi í Magnusi – nei, tað er ikki ein feilur – svimjihylurin eitur Magnus, tí einaferð svam koltursdrongurin við sama navni til Hests at fríggja, men sviger uppdagar tað og sendir hann heim aftur, og tað er tað seinasta, vit vita um Magnus í Koltri ...
 
... um bóndadóttirin nakrantíð bleiv gift, vistu vit ikki, men tað var skeg har úti sum myndirnar eisini vísa ...
 

 

(Myndir, upptøka og frásagnir: MalanEy&BergurR)

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar