Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

14. mai 2020

VIT LATA UPP AFTUR: KUNNING FRÁ SKÚLASTJÓRANUM

Allir flokkar og øll starvsfólk møta eftir tímatalvuni í síni floksstovu mánadagin18. mai. Vanliga tímatalvan verður galdandi, og flokkar møta í sína upprunaligu heimastovu. Vit skulu tó framhaldandi halda okkum í árgangum í skúlagarðinum; og øll fríkorter verða hildin úti í øllum flokkum og árgangum frá 1. fl. til 9. fl. Tí mugu næmingar verða ílatnir eftir veðrinum.

Garðvaktir verða skipaðar til hetta á hvørji deild sær.

Ítróttur og Handaverk og list verða umskipað. Nærri kunning um hetta fyri hvønn árgang sær á flokssíðunum hjá flokkunum.

Øll serhøli eru framhaldandi stongd. Tó er Alis/evnafrøði sera avmarkað opið fyri 8.fl og 9.fl, til verkligar royndir.

Í ítrótti kunnu næmingar ikki nýta skiftirúm, hallir og hyljar. Ítróttur verður skipaður sum útiaktivitetir í flokkum við einum lærara fyri hvønn flokkin. Mælt verður til at skipa ítrótt sum smáspøl í skúlagarðinum ella sum túrar úti í náttúruni. Tí mugu næmingar verða ílatnir eftir veðrinum.

Á ítróttarás verður venjing skipað á vøllunum í Gundadali galdandi fyri bæði hondbólt og fótbólt. Her verða næmingarnir skipaðir í bólkar við 15 í hvørjum. Vant verður regluligar tíðir. Tey venja og vera í skúla í somu klæðum, tí  høvuðsdentur verður næstu vikurnar ikki lagdur á harða kropsliga venjing. Møguleiki er ikki at senda næmingar heim at skifta.

Tilmælini frá FSF eru galdandi fyri ítróttin á ítróttarrás.

Handaverk og list  í 4.-6..fl. verður umskipað, so at ein lærari hevur hvønn flokk. Fakstovurnar eru stongdar, so hvør lærari sær fer at skipa sína undirvísing í sínum ásetta flokki. Helst verður talan um at gera okkurt úti, so næmingar mugu vera ílatnir eftir veðrinum.  

Handaverk og list  í 7.-9. fl. eru avlýst.

Minnist til - og minnið tykkara børn á - at handreinføri er sera týdingarmikið. Vit skulu vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, áðrenn vit fara út í fríkorter, áðrenn vit fara inn aftur í tíma og í samband við máltíðir.

Serliga skipað vasking og spritting verður framhaldandi á øllum eindum.

Næmingar og starvsfólk, ið hava krím ella kenna seg sjúk, skulu ikki møta í skúla.

Henda skipan er galdandi frá 18. mai  og til onnur kunning kemur.

 

Regin Marnersson, skúlastjóri

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar