Tíðindi

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

15. jan 2020

SKÚLABÓLKAR KOMU Í SKÚLA

Innskúlingin hevur bjóðað skúlabólkum í dagstovnum at vitja  í eindini í Kongagøtu. Fleiri tóku av, og tey vóru inni á gólvinum hósdagin, fríggjadagin og fyrradagin. 

Skúlabólkarnir fingu eina lítla skúlauppliving, ið vardi í umleið 2 tímar. Børnini sluppu at royna seg við tølum, mongdum og bókstavum á ymsan hátt. Eisini sluppu tey at gera okkurt saman við 1. flokki, og luttaka úti í fríkorterinum í Grasagarði.

Stovnarnir, ið vóru til tiltakið, vóru hesir:

  • Dagstovnurin við Landavegin
  • Drotning Ingridar Barnagarður
  • Býlingshúsið á Norðasta Horni
  • Dagstovnurin við Velbastaðvegin
  • Býlingshúsið undir Fjalli
  • Dagstovnurin í Øksnagerði 

Eitt gott afturvendandi tiltak, ið ger skiftið millum barnagarð og skúla eitt sindur lættari.

(Myndir: Joan)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar