Tíðindi

16. des 2025

MÍN JÓLABÓK 2025

16. des 2025

Sjey fittar jólasøgur

13. des 2025

3. FLOKKUR Á BOÐANESHEIMINUM

09. des 2025

SKÚLAJÓL 2025

09. des 2025

JÓLAHALD FYRI FORELDUR OG AVVARAÐANDI

09. des 2025

Djór

09. des 2025

2 BØKUR UM VITLÍKI

30. sep 2019

FRÁ BÓKASAVNINUM: NÝGGJAR SPENNANDI BØKUR

 

HÚSFRÚGVIN Í HÚSAVÍK OG LØGMANSDÓTTIRIN Á STEIG

 Nýggjar bøkur eftir Ingun Christensen

Ingun Christensen hevur nú skrivað fýra bøkur um kvinnur frá gamlari tíð.   Talan er um  skaldsøgur, men tær eru skrivaðar eftir veruleikanum, sum hann var og eftir sagnum. og fólkatrúgv. Hetta ger søgurnar spennandi at lesa hjá  børnum og ungum.

“Húsfrúgvin í Húsavík” snýr seg um Guðruna, ið er dóttir ein ríkan handilsmann úr Bergen og verður gift við einum føroyskum bónda. Guðrun er øðrvísi og illa lýdd á garðinum í Húsavík. Í “Løgmansdóttrini á Steig” verður Elin Katrina noydd at flýggja og krógva seg fyri skiparanum á einum fransaskipi, ið vil hava hana til konu. Í báðum førum eru tvídráttir millum hjarta, vilja og skil, spenningur og ein fangandi søga.

Í 2017 kom skaldsøgan “Annika í Dímun” út, í 2018 kom “Katrin í Toftum”. Tær báðar nýggjastu hevur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hegnisliga myndprýtt. Bøkurnar eru ávikavist 90 og 83 bls. og innbundnar í bleyta permu. 

Bøkurnar eru at finna á runda borðinum í bókasavninum á Frælsinum

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar