Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
BARNABATI: MENTORSKIPANIN
At vera ungur í 21. øld kann vera avbjóðandi, og ein hevur ofta kenslu av at vera troyttur. Nógv krøv og væntanir eru til tey ungu. Foreldur vóna, at barnið fær sær útbúgving, lærarin væntar, at næminguirn fyglir væl við í hvørjum tíma, vinirnir vænta sítt, og samfelagið hevur síni áhugamál. Umframt hetta uppliva ung eisini persónligar avbjóðingar so sum hjúnaskilna, deyða, sjúku, hjartasorg, happing og einsemi. Allar hesar avbjóðingar eru við til at gera tað trupult at liva upp til øll krøvini, ið verða sett unglingum í dag.
Nógv megna ikki at fáa ungdómsútbúgving, tí teimum vantar neyðuga stuðulin og álitið á, at dreymar og mál teirra kunnu gerast veruleiki. Nógvum ungum tørvar gott samskifti við vaksnar fyrimyndir. Endamálið við mentorskipanini er at stuðla og eggja teimum ungu, tá ið tað ræður um útbúgving, arbeiði og frítíðarvirksemi.
Mentorskipanin snýr seg um meiri enn bara professionellu tilgongdina. Umframt tað gerandisliga arbeiðið er eisini týdningarmikið, at tann ungi og mentorurin hava sosiala samveru. Tað kann t.d. vera eið eini biografvitjan, eini kafévitjan ella vitjan til eitthvørt mentanartiltak, listatiltak ella ítróttartiltak.
- Mentorskipanin førir eisini eitt sosialt trygdarnet við sær, sum tann ungi kann hava gagn av, tá ið tað snýr seg um hjálp við t.d. umsókn um arbeiði, starvslærupláss, hjálp við skúlatingum ella hjálp til sosialar-, mentanarligar- og persónligar avbjóðingar.
- Mentorskipanin er við at stuðla, eggja og geva íblástur, tá ið tann ungi skal taka við teimum avbjóðingum, ið gerandisdagurin hevur við sær – t.d. í sambandi við útbúgvingarætlanir og framtíð.
- Tey flestu, sum hava tikið ímóti tilboðnum um mentor, síggja sín mentor nakað sum ítróttarfólk síggja sín venjara.
- Mentorsamstarvið snýr seg um at virða tann unga, at skilja umhvørvið hjá tí unga, og eisini at duga at lurta, eggja og at skapa álit.
- Persónligi mentorurin kann eisini vera samstarvsliður við skúla, myndugleikar o.s.fr., um tørvur er á tí.
Mentorarnir eru sjálvbodnar eldsálir, og tað er ókeypis at fáa ein mentor. Mentorskipanin rindar allar útreiðslur til tiltøk, túrar o.a.
Kundi tú hugsað tær ein Mentor?
Følir tú, at tú hevur tørv á at tosa við onkran? Onkran, sum kann lurta og fegin vil hjálpa tær? Tey í Barnabata eru har fyri tína skyld, og tey stuðla tær í júst tí, tú hevur tørv á. Í felag verður arbeitt við at náa teimum málum, ið tú setir tær. Tað kann vera alt frá umsorgan og uppmerksemi til at venja teg at vera saman við øðrum ella hjálp við skúlatingum.
Tú hevur ávirkan á, hvør tín mentor verður, tí tað er týdnigarmikið, at tit heilt frá byrjan fáa eitt gott samstarv. Tað verður miðað eftir, at tú ert saman við tínum mentori eina ferð um vikuna. Tit læra hvønn annan at kenna, og eftir stuttari tíð fáa tit álit á hvørjum øðrum. Mentorurin hevur tagnarskyldu. Tað merkir, at eingin annar veit, hvat tit tosa um. Mentorurin arbeiðir saman við tær, so leingi tú hevur tørv á honum ella henni.
Soleiðis kunnu tey hjálpa tær:
- At fáa ein meiri skipaðan gerandisdag, um hann frammanundan kann tykjast fløkjasligur og strævin.
- At gerast ein partur av einum størri felagsskapi.
- At venda tí, ið kennist tungt – sum ein ósigur – til nakað meiri væleydnað, so tað kennist sum ein sigur.
Hvat siga tey ungu um mentor?
- “Vit gera sjálvi av, tað er kul!”
- ·“Í byrjanini tímdi eg ikki, men so sá eg, at eg kundi hava álit á mentorinum. Í dag stuðlar hann mær framvegis, hóast eg eri farin undir eina útbúgving.”
- “Eg eri orðblindur og skúlatroyttur. Tískil hevði eg ikki trúð, at eg megnaði eina útbúgving. Eg veit ikki hvussu, men mín Mentor treiskaðist, og nú hav eg bæði arbeiði og byrji upp á eina útbúgving í januar.”
Er hetta nakað fyri teg, set teg so í samband við Barnabata
Teldupostur: mentor@barnabati.fo – Telefon: 512011
Í samstarvi við Tórshavnar kommunu
(Kelda: Mentorbóklingurin hjá Barnabata)