Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

02. sep 2019

SPENNANDI SETURSSKÚLI

Ann-Mari skrivar soleiðis um  spennandi seturskúlan hjá 3. flokki í Nólsoy:

Í vikuni vóru næmingarnir í 3. flokki á seturskúla í Nólsoy. Hetta er fyrstu ferð at allir 63 næmingarnir í 3. flokki eru á seturskúla.

Lagið var gott, tá næmingarnir møttu á Bursatanga hósmorgunin kl 7:30 og komnir í land í Nólsoy, gekk leiðin í bygdarhúsið, har vit skuldu búgva. Hóast vit høvdu eina skrá fyri dagin, var eisini tíð til at børnini sjálvi kundu renna og spæla runt í bygdini. Tá ið vit høvdu etið matpakka kl 12 var Trøllarenning á skránni í allar fagrasta veðri. Næmingarnir skuldu í bólkum og eftir einum korti finna ballónir, sum vóru fjaldar runt í bygdini. Ballónirnar skuldu førast trygt í bygdarhúsið, men tað var ikki lætt, tí møtti tú einum lærara, kundi hann við eini nál bresta ballónina.

 

Kl 15 var góðgæti á skránni. Børnini høvdu 20 við í part, sum skuldi brúkast í handlinum. Fyri onkran var hetta hæddarpunktið á túrinum.

Seinnapartin fór at regna og tá fóru vit inn at skriva. Vit kunnu enn ikki siga hvat vit skrivaðu, tí tað er loyniligt.

Aftan á leskiliga døgurðan, sum Jonna og Katrin høvdu gjørt, fóru vit at svimja. Í Nólsoy er eingin svimjihylur, so vit svumu á sjónum. Tað var kalt og tað oysti niður, men tað bilti einki. Børnini lupu á bláman ein fyri og annar eftir. Í Nólsoy hava tey eisini ein rennistrong, sum børnini hingu í. Her vóru tað serliga genturnar, sum vóru ógvuliga djarvar. Eftir hesa køldu og vátu uppliving fóru vit heim aftur at eta kaku og frukt, meðan vit hoyrdu søgu.

Børnini vóru troytt eftir ein hendingaríkan dag, so longu kl 22:30 var friður, men tað førdi so við sær at longu kl 6:00 vóru tey fyrstu á fótum.

Tá vit høvdu etið morgunmat og pakkað, fóru vit í Nólsoyar kirkju, har vit høvdu morgunsang. Vit sungu fleiri sálmar og endaðu við tjóðsanginum. Tvey donsk ferðafólk komu við okkum í kirkjuna, og tey vóru sera hugtikin av okkara vakra sálmasangi. Áðrenn vit fóru aftur til Havnar við Ternuni kl 13, høvdu vit stundir at spæla og eta eina máltíð aftrat. Bæði lærarar og næmingar høvdu ein frálíkan túr, og lærararnir hava longu gjørt av at vit fara aftur á seturskúla í mai/juni.

(Myndir: Ann-Mari)

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar