Tíðindi

11. sep 2026

DE 5

11. sep 2026

TEKNISØGUR

11. sep 2026

2 danskar

11. sep 2026

Danskur lættlestur

11. sep 2026

Skaldsøgur

11. sep 2026

Nýtt enskt

11. sep 2026

Teknisøga

07. jan 2026

HÁTÍÐARLØTA

Gjáramorgunin var lítil hátíðarløta á kaffistovuni í sambandi við, at Annvør lærari  gjørdist seksti ár 1. jóladag.  Vegna leiðsluna fagnaði Marilyn føðingardagsbarnimum við góðum orðum og handaði henni samstundis eitt gávubræv frá starvsfeløgunum. 

 
Annvør hevur hevur í mong ár verið týðandi partur  í Venjingarskúlanum / Skúlanum á Fløtum. Hon er ein av  royndastu lærarum okkara, hevur undirvíst í øllum deildum umframt á serøkinum. Faklig dygd, nærleiki,  opið sinni og hjartalag eyðkenna Annvør.  Í vøggugávu hevur hon fingið kátt lyndi, sum nú í mong ár hevur søtað skúladagin  hjá næmingum, lærarum og starvsfólkum annars.   
 
Góða Annvør, hjartaliga til lukku við runda degnum. Takk fyri trúskap, umsorgan og títt sera góða sinnalag. Blíðan byr og góðar skúladagar í árunum, ið koma.
 
Bestu heilsanir
Vit øll

Mynd: KKJ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar