Tíðindi

02. mar 2026

4 nýggjar enskar

02. mar 2026

ENSKAR SKALDSØGUR

02. mar 2026

STEINRENNINGAR

02. mar 2026

FAKTABØKUR

02. mar 2026

FERÐABØKUR Á ENSKUM

02. mar 2026

3 “SUPER READERS”

25. feb 2026

FAKTABØKUR

13. des 2025

3. FLOKKUR Á BOÐANESHEIMINUM

Børnini geva gleði, lív og nýggja orku.

 
Sambandið millum ættarliðini er sera týdningarmikið fyri bæði einstaklingin og samfelagið sum heild. Børn mennast nógv av at vera saman við teimum eldru,  tey læra at vísa virðing, tol og umsorgan. Afturfyri fáa tey innlit í søgu, mentan og lívsroyndir, sum ikki altíð síggjast í skúlabókum. Og  tey gomlu, tey mennast og  fara at blóma, tá ið tey eru saman við børnunum. Tey smáu geva gleði, lív og nýggja orku og tey hjálpa  til at gera ellisárini viðrismikil bara við at vera til staðar. Ættarliðini læra jú hvørt av øðrum, ein  dýrgripur, sum vit eiga at varðveita og menna. Í vikuni var 3. flokkur av Fløtum og vitjaði á Boðanesheiminum.

Ann Mari lærari  var ein av teimum, ið var við, og hon greiðir soleiðis frá:

“Hósdagin vóru 3. flokkarnir og sungu á Boðanesheiminum. Vit framførdu brot úr sangleikinum um Vísmenninar umframt at vit sungu sangir saman við búðfólkunum á heiminum. Vit sungu m.a Eitt sunnukvøld í plantasjuni og Lítlibeiggi tú mást ikki gráta. Hetta eru sangir, sum tey gomlu eisini kendu. Vit endaðu løtuna við at syngja Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.

Ein góður og gevandi dagur fyri bæði stór og smá.”


Myndir: AMS

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar