Tíðindi
14. jan 2026
HISTORIE
07. jan 2026
HÁTÍÐARLØTA
07. jan 2026
SKÚLAAFTRAN
07. jan 2026
VERULIGAR DANSKAR KRIMISØGUR
07. jan 2026
NATO
07. jan 2026
Spurnarbók um ítrótt
07. jan 2026
TEKNIBÓK
09. des 2025
SKÚLAJÓL 2025
Jólini í Skúlanum á Fløtum
“Lat so bara jólini koma...”
Her er eitt yvirlit yvir skúlagongdina í desembermánað og kunning um jólahald og jólaguðstænastu
9. – 16. desember
- Vanlig skúlagongd í grunddeild og miðdeild.
- Næmingar í hádeild hava verkætlanararbeiði 8. – 12.des. og framløgur 15. – 16. des.
Mikudagin 17.desember
- Jólahugni í flokkunum kl. 8.00 – 12.45. Næmingar í 1. og 2.flokki fylgja dagslongdini á tímatalvuni.
Hósdagin 18. desember: Jólahald fyri næmingar
Flokkarnir hittast í flokshølunum. Flokslærarin fylgist við sínum flokki til jólaleik í høllini. Síðani dansa vit um jólatræið og eftir tað fáa næmingar jólapakka.
- Forskúlin møtir kl. 8:00
- Næmingar í 1. flokki møta kl. 8.00
- Næmingar í 2.flokki møta seinast kl. 10.00
- Næmingar úr 3. – 9. flokki møta til jólahaldið í høllini ásettu tíðir og møta 10. min. áðrenn tíðina inni í høllini, so øll sita klár til tíðina. Vit byrja stundisliga! Flokstoymini eru um næmingarnar og taka ímóti teimum á gongini.
Kl. 8.30 byrjar fyrra jólahaldið og hesi eru við tá:
- 0fa, 0fb, 0fd, 1a, 1b, 1d, 4a, 4b, 4d, 7ía, 7ðl, 7ðr, 7ðb, 8ðr, 8ðb, 8ía, 8íp
Kl. 10.30 byrjar seinna jólahaldið og hesi eru við tá:
2a, 2b, 2d, 3a, 3b 3d, 5a, 5b, 5d, 5e, 9ía, 9íp, 9ðg, 9ðl, 9ðt
Fríggjadagin 19. desember
Jólaguðstænasta í Vesturkirkjuni kl. 11.00
- Næmingar og starvsfólk í forskúlanum møta í síni skúlastovu kl. 9.30
- Næmingar og starvsfólk í grunddeild 1. – 3. flokk møta kl. 9:30
- Næmingar og starvsfólk í miðdeild møta í síni skúlastovu kl. 10:00
- Næmingar í hádeild møtast inni í høllini, saman við flokstoyminum kl. 10.00
- Vit fylgjast oman í Vesturkirkjuna.
Eftir kirkjugongdina fáa næmingarnir í 7. – 9. flokki støðumet.
Allir aðrir næmingar hava frí.
Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 5. januar 2026, kl. 8:00