Tíðindi
”MASTERCHEF” Í SKÚLAKØKINUM
JÓLINI HJÁ MIRU
SKRIVLIG JÓLAROYND
BÓKADAGAR Í NORÐURLANDAHÚSINUM
NÝGGJ MYNDABÓK
Nýggj myndabók
LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI
NÝGGJ BÓK UM AVROÐ
Er í løtuni á lærarahillini.
1. oktober lat Kvinna nýggja føroyska bók úr hondum í samstarvi við IRF, og nú er hon at finna á skúlabókasavninum. Bókin, Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, lyftir avroðini - gloymda tilfeingið úr seyði – upp á ein piedestal við flottum myndum, nýggjum spennandi uppskriftum, samrøðum, greinum og einum gjøgnumgangandi, visuellum reyðum tráði.
Útgávan tykist hava rakt eitt forvitni og eitt vaksandi ynski hjá føroyingum um at endurskapa sambandið við egið tilfeingi, tí eftir 13 dagar varð bókin longu útseld. Harumframt hevur bókin elvt til, at avroð nú eru vorðin ein natúrligur partur av almenna kjakinum, sum øll hava eina meining um.
“Vit ynsktu at geva føroyskum avroðum virði aftur – bæði í orðum, myndum og smakki. Undirtøkan vísir, at føroyingar eru til reiðar at taka okkara egna tilfeingi inn í køkin aftur, siga kvinnurnar handan Kvinnu, Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im.”
Eitt av týdningarmestu stigunum í verkætlanini var at gera avroðini vøkur, sjónlig og viðkomandi aftur. Hugburður kann broytast, tá ið søga, smakkur, myndir og frásøgn spæla saman. Vit smakka nú einaferð eisini við eygunum, og estetikkur kann lyfta eitt evni úr skugganum – og inn á borðið.
Kelda og mynd: úr tíðindaskrivi frá "Kvinnu"