Tíðindi

21. nov 2025

SKRIVLIG JÓLAROYND

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

11. nov 2025

LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI

11. nov 2025

KORALINA

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

26. nov 2025

JÓLINI HJÁ MIRU

Lesihugskot í jólamánaðinum

Um tú ikki telur føðingardagar við, so er jólaaftan heilt avgjørt yndisdagurin hjá Miru. Tað er bara tað, at vaksin ofta gera desember til ein øgiliga fløkjasligan mánað. Er tað vanligt, at vaksin verða óvinir um jóladøgurðan? Ella at mamma tín hóttir við bara at geva heimagjørdar jólagávur?

Desember er heilt vist mánaðurin, tá ið vaksin eru mest barnslig. Tað ringasta er, tá tú  skalt velja ímillum mammu og babba, sum bæði vilja halda jólaaftan.


Í skúlanum eru nógv jólaloyndarmál. Tað er ógjørligt at gita, hvør jólavætturin hjá Miru er. Hon fær nevniliga ikki vanligar jólaheilsanir og gávur, so Mira noyðist at loysa gátuna um ónda jólavættrina.

 

Um bókina annars: 

  • Rithøvundur:Sabine Lemir
  • 24 kapitlar um vinalag, forelskilsi, familju - og eitt sindur um piparnøtir.
  • Týðari: Silja Aldudóttir
  • Teknari: Rasmus Bregnhøi
  • Frágreiðing: Lilla krabbabók/krossfiskur- 4.torleikastig
  • Forlag: BÓKADEILDIN - NÁM
  • Útgávuár: 2025
  • Síður: 134
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar