Tíðindi
JÓLINI HJÁ MIRU
SKRIVLIG JÓLAROYND
BÓKADAGAR Í NORÐURLANDAHÚSINUM
NÝGGJ MYNDABÓK
Nýggj myndabók
LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI
KORALINA
”MASTERCHEF” Í SKÚLAKØKINUM
Lisa Hendriksdóttir undirvísir í heimkunnleika, og hon greiðir soleiðis frá:
Við íblástri úr matsendingini “Masterchef” høvdu valbólkarnir í Heimkunnleika við næmingum úr 9. flokki eina heldur øðrvísi og spennandi løtu fyrrapartin mikudagin. Kokkarnir vórðu býttir upp í tvey lið, sum skuldu kappast um at gera bestu máltíðina. Eitt reytt lið og eitt blátt lið.
Treytir í uppgávuni
- Tvær ókendar rávørur
- Ein tími til ráðlegging
- borðreiða matin fyri eini dómaratrio.
Lutakast gjørdi av, at reytt lið fekk malið neytakjøt og soppar, og blátt lið fekk feskan laks og spísskál. Umframt høvuðsrávøruna, sum skuldi mynda rættin, fingu tey eitt gott úrval av øðrum góðum at velja ímillum. Hugagóð og spent fóru tey til verka. Í liðunum báðum gekk samstarvið sera væl; allar hendur vóru virknar, og tey megnaðu at koma við tveimum framúr vælsmakkandi rættum.
Hjá dómarunum var ikki var lætt at taka dagar ímillum, hvat lið var betri. Eftir drúgva samráðing og metingar millum teir tríggjar dómararnar, Lisu, Lillian og Jörgin, var niðurstøðan, at bláa liðið við sínum litfagra, vælsmakkandi og innbjóðandi rætti Poké Bowl , vann kappingina. Reyða lið fekk eisini framúr skoðsmál fyri mjúka neytapastarættin við m.a. pastu, pasanosti og soppum.
Stuttligi og spennandi uppliving í skúlakøkinum!
Myndir: lhe&jvú