Tíðindi
ILLUSTRERET VIDENSKAB
HISTORIE
WESTWARD HOO, 1884 - 2024
LITTERATURENS HISTORIE
GLOYMD KLÆÐI OG GLOYMDIR LUTIR
GRANNALJÓÐ
VENCIL nr. 24
NÁMSFERÐ Á EYSTURLANDIÐ
Táið Norrøna fór av Havnini á middegi týsdagin 23. september, vóru tríggir 9.ð flokkar, flokslærararnir og tveir toymislærarar, við á ferðini til Íslands. Veðrið var av tí besta, og hýrurin hjá teimum ferðandi var góður.
Næmingarnir høvdu 4-koyggju-kømur á 6. og 7. dekki, ið teir vóru sera nøgdir við, og sum teir fóru væl um. Teir skikkaðu sær avbera væl, og fingu rós fyri tað. Maturin var vælsmakkandi og fjølbroyttur, so at okkurt var eisini til tann mest kræsna. Vit høvdu okkara serligu borð til Skúlan av Fløtum, so at allir næmingarnir sótu saman og eisini kundu fáa samband við lærararnar, um teimum tørvaðu tað.
Tíðin umborð gekst við at spæla borðspøl, shoppa, hava spurnarkapping og annars bert at sosialisera.
Mikumorgunin 24. september var Eysturlandið í eygsjón og løgdu vit at á Seyðisfirði. Veðurforsøgnin hevði við sær, at vit máttu broyta og komprimera skránna. Hetta tí at fráferðin varð framskundað fleiri tímar. Vit fóru øll beinanavegin í bussin, ið vit høvdu havt við okkum úr Føroyum, og koyrdu beina leið til Hangifoss. Sólin skein, ið gjørdu túrin niðan til fossin, enn vakrari.
Síðani gekk leiðin til forvitnisliga Vøk, har næmingarnir svumu í hyljum hitaðum av heitum keldum.
At enda skuldi `shoppigenið` hava sítt, og næmingarnir sluppu at brúka nakrar tímar á Egilsstøðum.
Hósmorgun kundu næmingarnir velja ímillum at fara aftur ein túr til Egilsstaðir, ella teir kundu velja at hugna sær í Seyðisfirði. Tað var blikalogn og sól. Stilli áðrenn stormin.
Norrøna loysti frá landi kl. 13 íslandska tíð, 8 tímar áðrenn ætlað, ið kundi havt ført við sær ónøgdsemi ímillum næmingarnar. Tó, so var ikki, tí teir skiltu, at veðrið var tað, ið avgjørdi útfallið.
Heimferðin gekk væl, sjálvt um eitt sindur av rulli var. Heri Joensen, forsangarin í Týr, undirhelt við sama lag, og næmingarnir dugdu at hugna sær.
Í øllum góðum legði Norrøna at á Havnini tíðliga fríggjamorgunin 26. september.
Alt í alt ein frálíkur túrur.
Tekstur, myndir og upptøka: HPO














