Tíðindi

13. mai 2026

Tvær teknisøgur

13. mai 2026

FRUMEVNI

13. mai 2026

FORSETAR­NIR Í AMERIKA

13. mai 2026

LÆTTLESTUR

13. mai 2026

AFTUR Í TÍÐINA

13. mai 2026

UNGLINGASKALDSØG

13. mai 2026

PLANTUR TIL MATNA

29. sep 2025

VÍSINDAVIKAN

Í MIÐDEILDINI

Farna vikan bjóðaði  øðrvísi og eisini meira forvitnisligar skúladagar. Tímatalvan varð løgd í dvala,  men næmingar og lærarar lógu ikki á løtu síðu fyri tað. Hvør dagur byrjaði við morgunfimleiki uttanfyri; frísk og góð byrjan at seta gongd á uppgávurnar, sum fór fram í bólkum.

Tveir áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni mikudagin og hósdagin: Annar  snúði seg  um sálarliga heilsu, og  hin var um rørslugleði og um tað at granska í evninum. Næmingarnir sluppu at royna seg sum byrjandi granskarar, sum gjørdu forroyndir. Rennibreytin var sum ein stór royndarstova, har børnini skuldu renna teinin í 3 minuttir. Lærararnir skrásettu, og so vóru úrsltini løgd í eina teldu og viðgjørd. Tá ið saman um kom, vóru næmingarnir í 5.d. tættast trimum minuttum við 4.d í hølunum.

Fríggjadagin vitjaðu næmingarnir   á Vísindavøkuni  í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju. Undirhaldandi og lærurík uppliving, sum fekk tey vitjandi at seta spurningar og fáa svar. Ein lærari í, at orðatakið “sjáldan er forvitin fegin” so dyggiliga varð sett til skammar henda dagin.


Sera væl eydnað vika, sum endaði við eina framsýning, ið enn stendur uppi við bókasavnið.

Myndir og upptøka: jvú

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar