Tíðindi

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

05. jun 2026

LESIÍSU­RIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK

04. jun 2026

PYLSUDAGU­RIN Í SANDAGERÐI

20. sep 2025

FIRVALDAR Í FOKUS

Í farnu viku hevur forskúlin havt eina serliga evnisviku, har næmingarnir hava lært um lívsferðina hjá firvaldinum. Við bæði spennandi upplivingum, handaligum arbeiði og góðum felagsskapi hava børnini fingið eina læruríka og hugnaliga viku

Sonja, sum er lærari í forskúlanum skrivar soleiðis til heimasíðuna:
 
Forskúlin hevur í farnu  viku havt evnisviku um firvaldar. Vit byrjaðu fyri nøkrum vikum síðani, tá ið eitt starvsfólk heintaði brenninotur við ormverum á. Tær vórðu settar í vatn inni í øllum trimum floksstovunum. Síðani hava næmingarnir javnan hugt at ormverunum  á notunum. 
 
Nakrar vikur gingu og ormverurnar gjørdu seg um til reivverur og hava hingið soleiðis í 1-2 vikur.  
 
Í evnisvikuni komu so fleiri firvaldar út,  og teir liva nú í stovunum, til vit fara at lova teimum út í náttúruna aftur. Vit vóru so heppin, at eitt starvsfólk filmaði, tá ein firvaldur kom úr reivveruni. Sera hugtakandi. 
 
Í morgunsanginum hava næmingarnir fingið ymiska vitan um firvaldar, sæð filmsbrot og sungið um firvaldar.  
 
Í arbeiðsløtunum hava tey gjørt ymiskt handaligt, so sum ringrásina hjá firvaldinum og klipt og límað firvaldar, sum nú hanga uppi í stovunum.  
 
Í útiskúlanum fór allur forskúlin oman í viðarlundina og har var uppgávan  at gera firvaldar úr ymiskum, sum tey funnu har. 
 
Okkara afturboðan er, at børn og foreldur hava lært nógv nýtt um firvaldar hesa seinastu vikuna. Sera stuttlig og gevandi vika. 
 
Vinarliga
 
Sonja

 

Tekstur, myndir og upptøka: SSÍ


 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar