Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
HJÁLPIÐ BARNINUM AT DÁMA AT LESA
Frá skúlabókasavninum
At lesa er gevur barninum møguleika at flyta inn í ein annan heim, tað gevur hvíld frá bundnum uppgávum og skjóta atgongd til nógvar upplivingar. Her eru 10 ráð um, hvussu foreldur kunnu eggja barninum at lesa og fáa tað at dáma bøkur.
Soleiðis fært tú lesing at gerast náttúrligur partur av lívinum hjá barni tínum
Lesing er gott fyri barnið. Tá ið bøkur eru partur av gerandisdegnum mennast málførleikarnir og forvitni. Bøkur kunnu eisini hjálpa foreldrum at læra týdningarmikil virði og skilja torførar hendingar í veruliga lívinum. Barnið kann lesa einsamalt, men lesturin kann eisini gerast til eina felags familjuuppliving.
Lat barnið fáa kærleika til at lesa:
- Vís góðar lesivanar. Um barnið sær teg lesa, er meira sannlíkt, at tað sjálvt fer eftir eini bók.
- Lesið saman áðrenn songartíð. Fáið góðar løtur saman. At lesa hart hjálpir barninum at menna orðavalið. Tosið um søguna. Set spurningar: "Hvat heldur tú fer at henda næst? Hvat er stuttligt, hvat er keðiligt...." Skiftist, Lat okkurt eldri systkin lesa fyri yngra barninum, um tað ber til.
- Fá eitt bókasavnskort. Frálíkt býarbókasavn er í Havn, og púra ókeypis er at lána bøkur, vanligar bøkur og e-bøkur. Minn eisini barnið á at læna bøkur á skúlabókasavninum, har túsundtals bøkur eru at velja ímillum. Lat tað skilja, at skúlabókavørðurin er har fyri at hjálpa.
- Les tað, barnið lesur. Fylg tí, barnið hevur áhuga fyri, so tit hava okkurt hugnaligt at tosa um í sambandi við bøkurnar.
- Øll lesing er góð lesing. Lat børnini vita, at lesing er frálík, sama hvat tey eru áhugað í. Alt telur við: skaldsøgur, ævisøgur, barnabløð, teknirøðir ella enntá at lesa eina matgerðarbók í køkinum!
- Ger ein lesikrók. Eitt hugnaligt lesiøki heima við teppum, pútum, lenistóli, lampum kann gerast tað lokkandi STAÐIÐ.
- Les við vinum. Ein bókaklubbur við vinum kann vera sera gevandi: Børnini kunnu tosa um eina bók, yndispersónar, ella hvussu tey halda, at bókin kundi endað øðrvísi. Eisini kunnu tey venja at seta orð á sjónarmið, kenslur o.a.
- Hav bøkurnar í nánd. Er ein bók altíð tætt við, er meira sannlíkt, at barnið fer at blaða í henni og lesa nakrar minuttir í senn.
- Tak eina bók við. Takið bøkur við, tá ið tit ferðast. Bøkur eru eitt frálíkt val í staðin fyri teldil ella snildtelefon. Ber til, kann ein bók vera í taskuni, tá ið tit eru á stuttferð.
- Ein gáva, sum heldur leingi. Vinir og familja kunnu geva bøkur í gávu til føðingardagar ella høgtíðir. Ger tað persónligt við at biðja gávugevaran skriva eina heilsan inni í bókini. Barnið kemur at eiga bókina og heilsanina frá ommu, abba ella einum vini í mong ár.
Minst til
at halda fram at lesa fyri tínum barni eftir, at tað hevur lært at lesa. At lesa saman øll barnaárini skapar sterkan og varandi felags áhuga um bøkurnar.
Onnur hugskot
- Tøkni: Brúka um neyðugt e-bøkur og ljóðbøkur fyri at gera lesing meira atkomuliga og spennandi.
- Vitjið bókahandlar: Ger vitjanina í bókhandilin til ein stuttligan túr. Lat barnið sjálvt finna bøkur, sum eyguni fanga.
- Rós og løn: Set varlig lesimál, gev eina viðurkenning, tá ið málið er nátt: klistrimerki, ein leskibita ella okkurt annað.
- Set søgur í samband við veruliga lívið: Bind søgurnar, tit lesa, saman við veruligum upplivingum og hendingum. Hetta kann hjálpa barninum at skilja og minnast innihaldið betur.
- Eggja barninum at skriva: Lat barnið skriva sínar egnu søgur ella skriva í eina lesidagbók. Hetta kann styrkja sambandið við bøkurnar, barnið lesur.
Skúlabókaavnið
Skúlabókasavnið í Skúlanum á Fløtum er opið hvønn dag, og har er stórt úrval av bókum. Bøkurnar kunnu lánst í ein mánað, men er bókin ikki liðug kann freistin leingjast. Umráðandi er, at allar bøkur koma aftur, so onnur kunnu lána tær.
Gevið gætur: Næmingar kunnu lána bøkur heim við í summarfrítíðini.
Blíðar heilsanir
Skúlabókavørðirnir.
Heimildir: Sheila Razdan, MD, MPH & skúlabókasavnið í Skúlanum á Fløtum

