Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

19. mai 2025

SÍÐSTI SKÚLADAGUR HJÁ 9. FLOKKI

VIÐ FÚKANDI FERÐ OG FESTLIGUM DÁMI

Skúlaárið rennur móti endanum, og í dag kom dagurin, sum næmingarnir hava bíðað spentir eftir: síðsti skúladagur. Sum siður er, varð dagurin hildin við undirhaldi, bommkasting, vatnkríggi og klassiska fótbóltsdystinum millum næmingar og lærarar.

Í ár gekk  lærarunum eftir vild; teir vunnu dystin við einum teprum 6-5 sigri. Unga ellisliðið lá frammanfyri mest sum allan dystin, men næmingarnir megnaðu at vinna seg upp á lærararnar, og spenningurin steig, tá ið Einar Martin dómari blásti dystin av við bert einum máli á muni.

Áhoyrararnir livdu seg inn í dystin, og stuðulin var javnt býttur. Lógvbrestir og róp hoyrdust til báðar partar, so har var talan um ein sannførandi javnleik í áskoðarahópinum.

Í kvøld er gallaveitsla í skúlanum, har lærarar eisini eru bodnir við. Og seinni út á kvøldið fara næmingarnir á Fløtum at hugna sær saman við øðrum næmingum í kommununi.

Tó at dagurin er merktur av fagnaði og kæti, so liggja álvarsligar uppgávur og bíða. Skrivligu próvtøkurnar byrja longu hósdagin, og í morgin á middegi fáa næmingarnir at vita, hvørjar munnligar lærugreinir teir skulu til próvtøku í. Tó er vist,  føroyskt er fast próvtøkufak.

Upptøka og myndir: JVÚ&KKJ

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar