Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
ÚTLENDSK TÓNLEIKARAVITJAN
HUGTAKANDI MORGUNSANGUR Í GRUNDDEILDINI
Í morgun fingu næmingarnir í innskúlingini góða tónleikaliga uppliving, tá ið svenska sangarinnan Anna Kruse vitjaði saman við tónleikaliði sínum , Anna Kruse Trio.
Vitjanin var partur av morgunsanginum, og har luttók Anna og tónleikalið hennara bæði við framførslu og felagssangi saman við børnunum. Hugnalig og hugvekjandi løta, har tónleikur og felagssangur gingu hond í hond.
Anna Kruse er bæði tónleikari og tónasmiður og hevur í nógv ár búð og virkað í Keypmannahavn. Hon byrjaði sína yrkisleið í Danmark sum skiftisnæmingur á Rútmiska Musikkonservatoriinum longu í 1998 og hevur síðani verið ein virkin partur av tónleikapallinum har.
Yrkingarnar hjá Edith Södergran hava ein týðandi leiklut í hennara tónleiki, og Anna hevur givið út sjey fløgur, har hon sameinir djass, fólkatónleik og klassiskan tónleik. Hetta setur yrkingarnar í ein fólksligan ham, sum gevur teimum eitt nýtt lív.
Næmingarnir tóku væl ímóti vitjanini og sigast kann, at teir vóru bæði spentir og áhugaðir. Fagnaðurin var stórur og løtan gjørdist eitt gott íkast til henda síðsta skúladagin í vikuni.
Í kvøld hava tónleikararnir konsert í Norðurlandahúsinum, og í morgin er dýrabiðidagur, og hann er frídagur.
Myndir og upptøka: JVÚ&MKO
Heimildir: nlh.fo, MKO & JVÚ








