Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

14. mai 2025

Dýrdarveður á Fløtum

Undirvísing flutt útum, men eisini pláss til spæl og hugna

Serstakur dagur við sól og góðveðri allan dagin

Summarið býður  øllum vælkomin útum, og fólk eru skjót at taka av. Í staðin fyri at sita inni undir heilum, nýta  næmingar og starvsfólk dagin úti. Kring skúlan  síggjast  tey arbeiða við skúlauppgávum í sólini – summi tó í skugganum, nøkur í 9. við Punktum og blýanti í hond. Tað sæst, at ljósið lívgar og gevur fjølbroyttan  íblástur samstundis.

Onnur nýta dagin til spæl og hugna. Løturnar eru eisini fyltar við bóltspæli og góðum práti millum vinir. Lív er í við Hans Andriasargøtu; starvsfólk hjálpa til við at seta  dám á dagin, hava mest sum skift ham: stuttar buksur, t-skjúrtur, sólbrillur og summarklæðir.

Og meðan sólin enn smílist yvir Hans Andriasargøtu, hoyrist  látur í luftini, ein bóltur flýgur framvið og eitt kaffikrúss hvølvist..... :-)   

 

Myndir: KKJ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar