Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
SO YMISK, MEN TÓ
GÁSARUNGAR OG HØSNARUNGAR SUM EITT ELALÍTIÐ SIRKUS
Sera spennandi og lívligt í náttúru og tøkni stovuni í hesum døgum. Smáir høsnarungar og eitt sindur størri gásarungar eru sum eitt elalítið sirkus, har “fívlarnir” bæði lívga um hvør annan og kappast um at eiga sítt opna pláss í manesjuni. Ein lítil djóraverð, har hvør einasti ungi hevur sína egnu persónsmensku og sín egna stíl.
Heri lærari, meistaramaðurin, kom við eggum, sum eru væl troðin í Kollafirði. Næmingarnar kunnu kenna seg sum verulig vísindafólk millum “pippini”. Onkur eygleiðari helt, at hvør ungi átti at fingið sítt navn: tann forvitni Fregni, tann hástóri Erpni, tann ráðaríki Keisarin …….
Ábyrgd, umsorgan, tol, lívfrøði, samstarv: nógv kann lærast av av hesum. Hetta er nú er ikki bara ein verkætlan, men eisini ein uppliving, sum fleiri allarhelst fara at minnast leingi.
Tekstur, upptøka og myndir: JVÚ




