Tíðindi

11. apr 2025

Størv skúlaárið 25/­26

09. apr 2025

ENSKAR YRKISBØKUR

09. apr 2025

Á lærarahillini

09. apr 2025

Lættar enskar yrkisbøkur

09. apr 2025

ENSKUR LÆTTLESTUR

09. apr 2025

ENSKAR TEKNISØGUR

09. apr 2025

Teknibøkur

09. apr 2025

MÓTI ENDASPURTINUM: 9.Ð Í NÓLSOY

Frálíki túrurin til Nólsoyar byrjaði klokkan 7:30 á Bursatanga. Teir umleið 45 næmingarnir úr báðum Ð flokkunum møttu hugaðir og forvitnir. Við sær yvir um fjørðin høvdu tey tríggjar lærarar:  Teir báðar flokslærararnar Jens Chr. og Sigmund og so Jörgin sum “triðjajul”  :-)

Fyrsta tíman ella so var fótbóltsdystur á vøllinum. Dreingirnir, mest, dystaðust, uttan at gera leikin til stóru kappingina. Í meðan  spákaðu onnur  runt í vøkru bygdini, undir  sólini, sum  ei orkaði at býta seg ígjøgnum  skýggini.  Leiðin gekk so út móti Stongini, har fólk settust niður at njóta náttúruna og fáa sær ein bita úr matpakkanum. Fuglasetur er  á staðnum, skotið verður bara, um ættin liggur inn móti oynni.

Á veg heimaftur í bygdina gekk omma Anju  hópinum á møti. Hon tók nøkur við sær til eina tjørn, har tað yður í froskum. Í løtuni eru  øgiliga nógv rogn at síggja, men eisini onkir  froskar, deyðir og livandi. Nøkur í liðnum vitjaðu í  urtagarðinum hjá Marnar á Skúr, abba Tóru, og sóu  fínu standmyndirnar hjá honum; flestar  hava evni úr Bíbliuni. Og tveir lærarar fóru á seiðaberg eina løtu saman við ommu Anju – fongurin var eingin, men løtan góð.

Afturkomin á  Kongabrúnna, gekk klokkan ímóti tvey. Friðurin og samveran  var nóg mikið í sjálvum sær at skapa nøgdsemi, men skiftið í gerandsdegnum gjørdi, at dagurin fær líkindi at festa seg  minnið hjá teimum flestu.

Fríggjadagin  byrjar páskafrítiðin, og beint eftir páskafrítíðina  verður sjøtul settur á próvtøkuna: hugdýpingarøki skulu takast  í donskum og føroyskum, synopsur skrivast og latast inn. Síðsti skúladagur er 19. mai, síðan  skrivligar próvtøkur og loksins í junimánað munnligu próvtøkurnar.

Myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar