Tíðindi

24. mar 2026

VAL Á SKÚLABÓKA­SAVNINUM

22. mar 2026

3. OG SEINASTA VIKA: AFTUR SPENNANDI MATARSKRÁ

19. mar 2026

SKÚLA­LEIKIR: 4.B VANN

19. mar 2026

5. FLOKKAR­NIR TIL SKÚLA­LEIKIR

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
  • Mynd: Eyð Lín
30. aug 2019

9.Ð ÚTI Í NÓLSOY

Maria Suma Poulsen, næmingur í 9.ð, reyða bólki, skrivar 


Síðsta fríggjadag vóru vit í 9.ð ein dagstúr úti í Nólsoy. Av tí  at 8. flokkarnir sluppu á seturskúla, fingu vit sum troyst høvi at fara til Nólsoyar ein túr. Tað var um reppið, at vit ikki sluppu umborð á Ternuna, tí ein annar skúlaflokkur og nógv ferðafólk skuldu eisini umborð. Men tíbetur fekk Petur Mohr Samuelsen  avtalað okkurt við skiparan, og vit sluppu avstað. 

Tá vit komu út til Nólsoyar, gjørdu vit av at øll skuldu ganga ein túr norð á Stongina. Men tá vit komu aftur til bygdina, kundi mann fara hvør til sítt, ta tíðina vit høvdu eftir. Summi fóru at sparka, onnur fóru á ransóknarferð og so vóru nøkur, sum fóru at svimja í sjónum, tað var enntá onkur, ið fór út á molan at kava á bláman.

Tað var stuttligt. Bæði næmingar og lærarar hugnaðu sær óført. Hetta er heilt víst nakað, vit mugu gera aftur :-) 
Bergur Rasmussen, Malan Eyðunsdóttir og Petur Mohr Samuelsen vóru við á túrinum. 
Eyð Lín úr bláa bólki tók góðu myndirnar, tit síggja her. 
 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar