Tíðindi

08. sep 2025

ALTJÓÐA LESIDAGUR ER Í DAG

06. sep 2025

NIÐAN Á VESTURVARÐA

03. sep 2025

Lætt fakta

03. sep 2025

Nýtt danskt

03. sep 2025

NÝTT Á FØROYSKUM

03. sep 2025

Tríggjar danskar

03. sep 2025

Lættlestur

29. aug 2019

FORELDRINI ERU EISINI PARTUR AV SKÚLANUM

 

Annika Sølvará, sum hevur havt børn gangandi í Skúlanum á Fløtum,  hugleiðir  í Skúlablaðnum um sambandið millum heim og skúla. Undir yvirskriftini "Tað eru ikki bara børnini, sum eru knýtt at skúlanum" skrivar hon m.a. soleiðis:

“Eftir 15 ár í fólkaskúlanum eri eg liðug. Altso, tað eru børnini, sum nú eru farin úr fólkaskúlanum. Men tað merkir eisini, at vit, eg, ikki longur koma at hava samband við fólkaskúlan, sum hevur verið ein týdningarmikil partur av lívinum hjá familjuni í eitt langt áramál,” Soleiðis byrjar Annika Sølvará, ið eisini er  fyrrverandi forkvinna í Heimi og skúla, klummuna. Og hon heldur  fram:

“Tað er eitt sindur sorgblítt, tí tað er nakað trygt og gott við at hoyra til hendan felagsskapin saman við so nógvum øðrum, eisini hóast tað hava verið nøkur hol í vegnum ávegis.

Tað er uttan iva ymiskt, hvussu nógv skúlin fyllir hjá fólki. Summi halda, at skúlin burturav er fyri næmingar og lærarar, meðan onnur halda, at heimið eisini er ein natúrligur partur í líkningini. Henda fatan kann eisini skifta yvir tíð, bæði í mun til floksstig og í mun til, hvussu tað gongur hjá næminginum í skúlanum.        

Eg haldi, at sambandið millum heim og skúla er nógv meira enn tann einvegis kunningin frá skúlanum til næmingar og foreldur. Hetta er tann parturin, sum fyllir mest í tíð, og sum hevur stóran praktiskan týdning. Tvívegis samband og gott samskifti millum heim og skúla hava so nógv størri týdning fyri trivnaðin og læringina hjá næminginum og flokkinum og fyri stuðulin frá foreldrunum.”

Øll klumman kann lesast HER.

(Kelda: Skúlablaðið)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar