Tíðindi
Uppstillingarfundur til skúlastýrið
GLOYMD KLÆÐI ........
Ill. videnskab, nr. 19
HVÍTLEIKI
TVEY YRKINGASØVN
JÓL
NÝKOMIN
Hjartamál hjá valevnunum til skúlastýrið
Kunning um valið, valevnini til skúlastýrið í Skúlanum á Fløtum (sett í bókstavarøð eftir fornavni) og teirra hjartamál
Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tit eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu tit foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í okkara skúla, hava valrætt og valbæri. Tað eru Lopfjølin, Guliskúli og Skúlin á Fløtum
Til ber at velja við brævatkvøðu á skrivstovuni á Fløtum frá 5/11 til mánadagin 11/11 kl 13:00
Til ber eisini at velja í høllini á Hálsi sjálvan valdagin.
Niðanfyri her standa nøvnini á teimum uppstillaðu í bókstavarøð eftir fornavni umframt nøkur av teirra hjartamálum.
Kom á skúlastýrisval og ger tína ávirkan galdandi.
Vinarliga
Regin Marnersson, skúlastjóri og formaður í valnevndini til skúlastyrisvalið.
Tey upptillaðu eru:
Annfríð Poulsdóttir Jørgensen, Vatnsoyrarvegur 20
Míni hjartamál eru ein trygg og fakliga fjølment skúlagongd, har náttúra og rørsla hava ein stóran leiklut.
At øll børn fáa gagn og gleði av skúlatíðini, eisini tey, sum í løtuni ikki trívast í skúlahøpi.
Ein heilsugóð kantinuskipan til børn og vaksin.
At teldur fylla minni, so hondskriftin mennist og eginleikin at miðsavna seg varðveitist.
Erla Bech Nolsø, Perskonugøta 25B
Míni hjartamál eru, at okkara børn og ungu skulu trívast og mennast í einum tryggum umhvørvi.
Eg virðismeti munagóða og fjølbroytta frálæru, og at næmingar verða møttir á teirra støði. Skal læring fara fram, mugu næmingar bæði eta væl, sova væl, røra seg og avmarka skermnýtslu. Nakað av hesum fáa vit gjørt nakað við í skúlanum, t.d. við endiliga at fáa kantinuna upp at koyra og framhaldandi at betra møguleikarnar fyri rørslu og spæli. Tískil ynski eg framvegis at virka fyri sunnum, tryggum karmum um okkara børn í Skúlanum á Fløtum.
Heidi Davidsen, Havragerði 1A
Míni hjartamál eru, at arbeiða við trivnaði og framtíðar menning, fyri bæði næmingar og starvsfólk.
Eg ynski at leggja dent á, at styrkja felagsskapin millum næmingar ígjøgnum øll skúlaárini, og at vit áhaldandi arbeiða við at menna fakliga støðið, so vit harvið geva okkara ungdómi bestu fortreytir í framtíðini.
Eg vil arbeiða fyri, at vit hugsa burðardyggar loysnir í okkara tilgongd og læra næmingarnar at taka neyðugu atlitini til umhvørvið.
Harumframt vil eg arbeiða fyri, at rørsla - í breiðari merking - eisini verður ein størri partur hjá almennu breyt og at vit hyggja at góðu royndunum, sum skúlin hevur haft við ítrottarbreytini seinastu árini. Harvið kunnu vit styrkja felagsskapin millum breytirnar í hádeild og skapa betri trivnað fyri øll.
Kristianna Jústinesdóttir Heinesen, Fagralíð 17
Míni hjartamál eru at raðfesta at næmingar í eldru flokkunum fáa betri tíð og umstøður at læra at nýta teldu sum arbeiðsamboð og at endurskoða mannagongdir um teldubrúk í yngru flokkunum.
Til kantinuskipan er, at eggja handlum at fylgja almennum tilmælum um sølu av vøru, ið ikki eru ætlað børnum.
At betra kunning millum heim og skúla.
- Mamma at trimum; eitt í hvørji deild í SáF
Kristian Niclasen, Heygsvegur 12
Míni hjartamál eru at arbeiða við trivnaði hjá børnunum. Skúlastýrið eigur áhaldandi at arbeiða við hesum, við millum annað at hoyra góð hugskot frá næmingaráðunum, fyri at basa happing og betra um samanhald.
Harafturat haldi eg, at Skúlin á Fløtum hevur eina geniala tekju. Tað er stórt spell, at hon ikki verður brúkt. Skúlastýrið eigur at kanna, hvat skal til, fyri at myndugleikin aftur vil loyva at brúka tekjuna.
Til síðst ynski eg at arbeiða víðari við málunum, sum sitandi skúlastýrið hevur arbeitt við. Har ímillum at geva børnunum møguleika at keypa mat úr fína stórkøkinum.
Poula Patursson, Havragerði 4
Nógv børn trívast ikki í skúlanum, og eg vil vera teirra rødd í skúlastýrinum! Eg kenni væl til hetta sum mamma, og tí veit eg, hvat skal til, fyri at barnið trívist.
Mítt hjartamál er at gera skúlan betri fyri ØLL børn, serliga tey, sum ikki passa inn í vanligu kassarnar. Skúlastýrið hevur brúk fyri einum umboð fyri hesi børn.
Eg ynski at umboða Gulaskúla í skúlastýrinum.
Súsanna Reinert-Petersen, Undir Heygnum 35, kj
Mítt hjartamál er trivnaður, tí trivnaður er fortreytin fyri menning og læring.
Fortreytin fyri trivnaði er, at teir grundleggjandi tørvirnir eru møttir. Grundleggjandi tørvir eru td.
- Matur og drekka. Tí er tað týdningarmikið, at ein heilsugóð og skynsom kantinuskipan kemur.
- Tryggleiki í skúladegnum fyri næmingar, foreldur og starvsfólk. Tvs, at samskiftið framhaldandi er virðiligt og byggir á viðurkenning.
- At børnini føla seg vera ein virðismettur partur av sosiala felagsskapinum í skúlanum.
Snorri Patursson, Undir Heygnum 4
Míni hjartamál eru at fáa eina kantinuskipan, ið tryggjar øllum næmingum javnbjóðis atgongd til heilsugóðan og umhvørvinarligan mat í einum tryggum og hugnaligum umhvørvi, har næmingurin í størri ella minni mun er við í borðreiðing og matgerð fyri at stimbra undir eina góða matmentan.
Eitt annað hjartamál er at arbeiða fyri meira rørslustimbran inni á skúlanum, og at nýta náttúruna sum eitt natúrligt lærings- og trivnaðartilfeingi hjá næmingum og starvsfólkum.