Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

20. okt 2024

Uppstillingarfundur til skúlastýrið

Hvat skal komandi skúlastýrið á Fløtum arbeiða við, og hvør skal manna tað? Tað eru tveir sera aktuellir spurningar

Mikudagin 23/10 frá kl 17 til kl 18 verður uppstillingarfundur til skúlastýrið í Skúlanum á Fløtum.

Uppstillingarfundurin byrjar kl 17 við stuttari formansfrágreiðing, har fráfarandi formaðurin í skúlastýrinum Derhard Jógvansson tekur saman um seinastu fýra árini við sitandi skúlastýri.

Eftir formansfrágreiðingina koma tey trý,

Andrea Heindriksdóttir, ið hevur sitið í skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan undan samanleggingini.

Magnus Tausen, ið sat í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan, tá skúlarnir blivu lagdir saman og

Derhard Jógvansson, ið hevur sitið í skúlastýrinum fyri Skúlan á Fløtum síðan skúlarnir hava verið lagdir saman.

Tey fara fyrst stutt at hugleiða og kjakast um skúlastýrisarbeiði, tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl, um foreldrademokrati gjøgnum skúlastýrisarbeiðið, og hví tað er so týdnigarmikið at hava eitt vælvirkandi skúlastýri.  

Regin Marnersson, skúlastjóri verður orðstýrari.

Á uppstilingarfundinum verður høvið at skjóta upp evni til komandi skúlastýrið at arbeiða við. Tað verður høvið at skjóta upp valevni ella at koma á uppstiliingarlistan, um ynski er til tess.

Tað ber eisini til á fundinum at kanna, um bæði foreldrini hava valrætt til skúlastýrið, tí hjá nógvum foreldrum er tað bara annar, ið hevur valrætt.

 

Øll eru vælkomin og vónandi møta fleiri umboð pr flokk.

 

Vegna valnevndina

Regin Marnersson, skúlastjóri og formaður í valnevndini

Derhard Jógvansson, frafarandi skúlastýriformaður og foreldraumboð í valnevndini

Fríða J Sivertsen, skrivari og komunalt umboð í valnevndini

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar