Tíðindi

28. okt 2025

IMEND

28. okt 2025

NOVELLESPOR (lærarahillin)

28. okt 2025

PAPBRØDRE

28. okt 2025

NÝGGJ BÓK

28. okt 2025

TEKNIBÓK

28. okt 2025

BÝLI

28. okt 2025

ITALIA

22. sep 2024

Starv sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum

Hevur tú tol við børnum, ið ikki altíð passa inn í kassan, og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starv sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum við setanarbroti 0,7.

Um starvið

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarv við starvsfólk skúlans skal taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri tær rammurnar sum virðisgrundarlag, mið og mál skúlans seta. Starv sum námsfrøðingur í grund- og miðdeild fevnir um saman við lærarum og øðrum námsfrøðingum at skipa skúladagin hjá næmingum í høvuðsheitum í miðdeild og lutvíst í grunddeild, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum.

Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at kunna laga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.

Vit vænta, at tú

Vit vænta, at tú hevur sett teg inn í virðisgrundarlag, mið og mál fyri Skúlan á Fløtum, og kennir teg aftur í hesum. Tú mást duga at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til áhaldandi at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av. Harumframt eru góðir kt-førleikar á brúkarastigi ein treyt.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 24/25.

Lýsing av skúlanum 

Endamálið við Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.

Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur.

Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.

Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.

Í Skúlanum á Fløtum ganga í løtuni 785 næmingar í 0. – 9. flokki.

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fast starv við setanarbroti á 0,7 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Tann, ið settur verður í starv, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, Námsfrøðingur” í seinasta lagi sunnudagin 6. oktober kl 13:00.

Starvið verður sett skjótast til ber eftir setanarsamrøðurnar, ið vera í viku 41.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Regini Marnersson á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar