Tíðindi
SKÚLAJÓL
JÓLAHALD Á FLØTUM
FRØÐI
JÓLASIÐIR Á FLØTUM
TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR
GLOYMD KLÆÐI ........
Ill. videnskab, nr. 19
VIÐ 2. FLOKKI Á SETURSSKÚLA Í NÓLSOY
Ann Mari lærari greiðir frá:
2. flokkur hevur verið á seturskúla í Nólsoy. Hósmorgunin kl 7:30, stóðu 70 børn klár á Bursatanga í Havn, tey skuldu til Nólsoyar á seturskúla. Hetta er fyrstu ferð tey fara at ferðast við skúlanum, so bæði børn, foreldur og starvsfólk vóru so sera spent.
Í Nólsoy hoyrdu vit um skotsku kongsdóttrina, sum einaferð búði í Nólsoy. Vit gingu út í Korndal, har kongsdóttirin og familja hennara búðu, har ótu vit eisini lítla matpakkan. Vit gingu víðari niðan í Skipið, eitt loyniligt stað, har nólsoyingar plagdu at krógva seg fyri sjórænarum.
Veðrið í Nólsoy var sera gott, so bæði stóri matpakkin og millummálin varð etin úti. Kl 15 fóru vit í handilin at keypa bomm, og har ráddi um at hugsa seg væl um. Har var plussað og roknað, so finnast kundi útav, hvørji bomm ráðini vóru til. Børnini hugnaðu sær og spældu runt í bygdini, í fjøruni og á vøllinum.
Til nátturða fingu vit pylsur og pylsubreyð. Aftaná nátturðan fóru øll ein túr norðureftir og heimafturkomin spældu vit utttanfyri, meðan vit fingu kaku og saft. Tá ið klokkan var farin av 21 fóru fleiri børn at linkast, og byrjað var at rigga til náttina. Soviposar skuldu pakkast út og finnast skuldi útav, hvør skuldi sova hvar. Fólk vóru troytt, so klokkan var ikki farin langt av 22, tá friður var í Royndarhúsium í Nólsoy.
Náttin gekk sera væl og tey fyrstu vaknaðu kl 6:30. Nú skuldi alt pakkast saman aftur, og tað var ikki so lætt. Tað er ikki bara sum at siga tað at pakka soviposa og undirlag saman aftur, men vit hjálptust, og alt viðførið bleiv pakkað og sett útum. Sólin skein oman og niðan, so fleiri børn fóru út at spæla, meðan tey bíðaðu eftir morgunmatinum. Kl 10 ringdi kirkjuklokkan, og vit fóru til morgunsang í kirkjuni. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, tók í móti okkum. Hon greiddi okkum frá um Jákup við Ryggjagarð, sum ikki dugdi so væl at lesa, skriva og arbeiða, men tó dugdi hann so væl at syngja og gera løg, at hann hevði gjørt eitt kent sálmalag, sum vit eisini sungu. Vit sungu eisini sálmin “Eg haldi saman hendur, Guð”, sum vit duga so væl.
Tá ið vit komu úr kirkjuni, var aftur tíð at spæla, til vit fingu ein bita á veg avstað aftur til Havnar. Á veg til Teistan fingu vit is, tí í Nólsoy var rættiligt ísveður.
Myndir og upptøka eru frá AMS