Tíðindi

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPING­INI ER FUNNIN

28. okt 2025

IMEND

28. okt 2025

NOVELLESPOR (lærarahillin)

28. okt 2025

PAPBRØDRE

28. okt 2025

NÝGGJ BÓK

28. okt 2025

TEKNIBÓK

30. jan 2024

GYÐA OG JÓHANNA ÚR 7.D ERU TILNEVNDAR TIL ÁRSINS ÍTRÓTTASÓLSTRÁLU

Í Føroyum íðka nógvir ungligar ítrótt og fleiri av teimum hava eisini stóra ábyrgd í feløgunum, har tey hava ymiskar uppgávur, sum eru av alstórum týdningi fyri felagið. Ársins Sólstrála er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin. ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023 er ein av teimum 7 heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.
 
Tey tilnevndu eru Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø úr hondbóltfelagnum Neistin, Ári Fríðason Jensen frá Borðtennisfelagnum TÓR og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen úr VÍF og Vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag.
Tað, sum hevur serstakan áhuga hjá okkum her á Fløtum er, at Gyða og Jóhanna ganga í 7.d. Tær báðar  eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.

Vit kenna tær sum tvær glaðar gentur í skúlanum, og tað eru tær eisini, tá tær koma í høllina, har tær møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum, siga tey á heimasíðuni hjá ÍSF. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl.  Seinastu tvey kappingarárini hava tær báðar, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Lesið meira á leinkinum HER.


Kelda: ÍSF

Umgjørd mynd: ÍSF/JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar