Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

11. jan 2024

EM FEPURIN HEVUR EISINI RAKT FLØTUR

“Eg ynski tykkum góða eydnu! Tit skulu vita, at vit øll longu eru ómetaliga spent og stolt av tykkara stóra bragdi at vera komin til EM endaspælið. Takk fyri, at tit eru við at savna føroyingar.”

Orðini eigur løgmaður, og tey kundu eins væl verið søgd á Fløtum.

Á løgmansskrivstovuni skrivaðu tey annars hetta  í gjár: “Dreymurin er nú veruleiki. Føroyar eru á fyrsta sinni við í einum EM-endaspæli fyri lið, og í annaðkvøld (t.e. í kvøld) tekur føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum fyrsta fetið inn á vøllin í Berlin. Hesa løtuna skrivar liðið søgu. Hesa løtuna savnar liðið allar føroyingar.”

Løgmaður verður millum fjeppararnar í Berlin í kvøld, og hann gleðir seg at stuðla landsliðnum. Túsuntals aðrir føroyingar vera eisini í Berlin, og teir munnu eisini gleða seg. Og her í Skúlanum á Fløtum gleða næmingar seg eisini til EM; teir eru komnir í rættiligt handbóltshuglag, eins og  myndirnar vísa.   Prýtt er við fløggum og uppsløgum í grunddeildini, og øgiligur spenningur er til fyrsta dystin í kvøld.

Bestu eydnu. Koyrið á!

Myndir: JVÚ&lms.fo

Keldur: SáF, lms.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar