Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

13. nov 2023

First Lego League á Fløtum

Leygardagin var stórsligin finaludagur á Skúlanum á Fløtum. Lego var høvið og um 200 børn allastaðni úr Føroyum vóru við. Liðið Beinisvørð úr Sumba hevði gist í skúlanum og annars lótu dyrnar upp kl. 7.45 og inn tustu spent børn, íðin foreldur, pøstir lærarar og rennandi fyriskiparar.

5. flokkur hjá okkum hevði melda heili 9 lið til: Bluey, 7 appilsingulir traktorar og 1 appilsin og Pink Shakes úr 5.d, 26 stjørnur, 23 norðljós og 22 bláber úr 5.a og Tær grønu gummibamsurnar, Ananasdreingirnir og Lilla víndrúvur úr 5.b. Eingin av hesum børnunum høvdu verið við til First Lego League áður, men tey koyrdu á við framløgum – bæði um verkætlan, marknaðarførslu og tøkni. Á kappingarborðunum góvu tey øðrum liðum skarpan gang fleiri vóru heilt nær við at koma víðari í fjórðingsfinaluna. Hetta eydnaðist 26 stjørnum, sum vísti sera gott handalag við borðið.

Úr 6.a vóru 3 lið: Søgufrøðingarnir, Lesidroparnir og Reyðar tomatir. Her gjørdu tey eitt ordans hál eins og í fjør! Søgufrøðingarnir, sum eisini duga at snúgva sær í nútíðini, vunnu á Reyðu tomatunum í sera tøttum og spennandi dystum. Men hóast hesi bæði liðini komu longst á borðunum, so vann hin triði bólkurin, Lesidroparnir, steypið fyri tøkni. Heilarnir í hesum børnum munnu allarhelst verða gjørdir úr Lego, tí væl liggur fyri!

Reyðu tomatirnar helmaðu ikki í og tóku heili trý steyp afturat: 1. pláss í kjarnuvirðum, 3. pláss í tøkni og 2. pláss í samlaða úrslitinum. Hetta seinasta steypið gevur teimum atgongumerkið til donsku finaluna, sum verður um smáar tvær vikur í Odense.

Samanlagt vunnu tey í 6.a heili 6 steyp í ár! Í fjør var talan um 4 steyp. Onkur hevur longu tosað um at skaffað eitt størri steypaskáp!

Vit ynskja teimum Reyðu tomatunum góðan túr og alt hepni á ferðini. Somuleiðis ein heilsan til Klossarnar úr Eysturskúlanum, sum settu dám á dagin og vunnu samlaðu kappingina. Til lukku!

Myndir: MVE, MJA, GMO, FDI, CES og SRA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar