Tíðindi

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

04. mar 2026

7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI

03. mar 2026

ENSKUR LÆTTLESTUR

03. mar 2026

5 MANGABØKUR

31. aug 2023

4.D í HAVNARDALI

  1. IJónfríð  flokslærari skrivar:


Næmingarnir høvdu fingið boð um í vikuætlanini, at um viðraði, so varð farið ein túr út í Havnardal mikudagin.  Dagurin var góður frá morgunstundini.

Tá ið vit settust í skúlastovuni klokkan átta, vóru vit samd um, at gera skjótt av og arbeiða væl: Vit skuldu lesa og umseta, gera uppgávurnar, ið hoyrdu til, og skriva føroyska fyrisøgn. Arbeiðslagið var sera gott, og longu áðrenn áðrenn klokkan sló hálvgum tíggju,  vóru vit á veg til gongu út í Havnardal.
 
Øll høvdu hvør sín lítlan ryggsekk við frukt, drekkidunki, matpakka umframt sokkar og onnur klæði, um tey skuldu fingið karm.
 
Frálíkur dagur, har næmingarnir vassaðu, svumu, klintrðu, gjørdu byrgingar, gøtur o.a. Øll spældu saman, gentur og dreingir  í einum væl samansjóðaðum hópi.
 
Tá ið vit vóru á veg aftur í skúlan, helt ein av næmingunum fyri, at hon hevði væntað at spælt við ein ávísan næming allan dagin, men so legði hon spent afturat: “Men tað endaði við, at eg spældi  við fleiri onnur alla tíðina, eisini onkran, eg ikki hevði spælt so nógv við áður.”  Hetta var hon sjálvandi fegin um, tí skúli er eisini samvera, spæl og gott vinalag.
 
Sera góður túrur, og vit fara heilt vist fleiri tílíkar túrar.
 
Myndir JJÓ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar