Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

12. jun 2023

Skáin kemur í staðin fyri Rásina

Seinastu tíðina hevur nógv verið prátað um Rásina, ið ikki heldur fram í verandi líki. 

Leiðslan á Skúlanum hevur saman við førleikastovuni arbeitt við fleiri loysnum. Úrslitið er ein umraðfesting av nøkrum tímum innanhýsis, so at góðu royndirnar, vit hava úr Rásini, ikki fara fyri skeytið. Skáin verður tí tilboð til næmingar, sum ganga í 3.-6.fl. í Skúlanum á Fløtum og hava tørv á tillagaðari tímatalvu ella fakligum styrki.

Skáin er er mannaður við ein námsfrøðingi, ið er burturav í Skáanum og tveimum lærarum sum vera um 20 tímar í part Skáanum. Tað letur upp fyri at um 12 næmingar komandi skúlaár kunnu verða tengdir at skáatilboðnum.

Førleikastovan samskipar tilboðið og umsitur, hvør verður tengdur at Skáanum, men greitt er kortini, at allir næmignar, ið høvdu tímar á Rásini, og ikki hava fingið játtað sertilboð, verða partur av Skáanum.

-Vit er nøgd við loysnina, sigur Regin Marnersson. Hetta er tað, vit megna innanfyri verandi játtan. Vit fara framyvir eisini at nýta námsfrøðingar eitt sindur øðrvísi til teir næmingnar, ið hava tørv á tillaginingum í 1. og 2. flokki og lutvíst triðja flokki. Harumframt verður ein námsmfrøðingur, ið fer at arbeiða í miðdeild; sigur Regin Marnersson skúlastjóri.

Umboð fyri førleikastovuna fara komandi dagarnar at samskifta við tey, sum fara at hava tímar í Skáanum eftir summarsteðgin.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið arbeiðir víðari við umsóknini um at skipa rásaflokkar (serflokkar) í Skúlanum á Fløtum. Henda umsóknin verður væntandi liðugt viðgjørd saman við heildarætlan fyri serøkið um ársskiftið 23/24. 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar