Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

26. apr 2023

TELVAÐU SUM KONGAR

Spírarnir hjá okkum og teir ungu kallarnir telvaðu sum kongar!

Carl Eli  lærari skrivar


Mikudagin var finaluumfar í FM í skúlatelving fyri yngru flokkar og eldru flokkar í Finsen. Helgi Dam Ziska, talvráðgevi hjá Námi, skipar fyri hesum kappingum á hvørjum ári.

Undanumførini í mars mánaði høvdu methøgt luttakaratal við heili 40 liðum hjá teimum yngru og eini 55 hjá teimum eldru kring alt landið. Seks (og tveir eyka) kundu vera á hvørjum liði.


 
Ungu stjørnuskotini

Vit høvdu meldað trý lið úr okkara 3. flokkum og eitt lið úr 2. flokki til undankappingina fyri páskir, sum øll kláraðu seg væl, men tó ikki komu í finaluna. Men okkara lið við næmingum úr tveimum 2. flokkum leiktu seg leikandi lætt í finaluna við at vinna undankappingina.

Absalon Hansen í Frítíðarskúlanum Spíranum í Havnardali telvar nógv við okkara næmingum, eins og Sonja og Carl Eli gera í 2. flokki. Tískil var talan um eitt samstarv millum okkum og Absalon í Spíranum.

Í finaluni var eingin ivi. Okkara lið vann rímiliga trygt við 20 stigum, sum vóru trý fleiri enn næstbesta liðið av teimum seks í finaluni.

Stuttligt at síggja, hvussu glaðir og erpnir teir vóru, og hvussu væl samanhaldið og liðandin á liðnum var!
 

Teir eldru á háslættanum gjørdu eisini bart

Í undankappingini hjá teimum eldru næmingunum høvdu vit fýra lið við. Tað eina megnaði tá at enda nr. 3 og harvið júst koma í finaluumfarið. Øll liðini stóðu seg væl, og vit vóru enntá tætt við at fáa tvey lið við í finaluna.

Týðilig tekin hava verið seinastu vikurnar um, at hesir ungu kallar vildu nakað í finaluni; teir hava nevniliga telvað sera nógv á háslættanum og harvið var formurin góður, nú teir skuldu royna seg móti fimm øðrum liðum. Og væl gekst!
Teir lógu fremstir áðrenn seinasta umfar, men 6-0 stórsigur til klaksvíkingar móti einum øðrum liði viðførdi, at teir komu fram um okkara dreingir, sum fingu eitt sera flott 2. pláss!

Góður stríðsvilji, góð fyrireiking, gott lag og sterkt samanhald kann veruliga gera mun – eisini á teimum 64 puntunum!

Myndir CES
 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar