Tíðindi

21. mai 2026

Størv 26/­27 í Skúlanum á Fløtum, Lopfjøl­ini og Gulaskúla

03. jun 2026

11 STUTTSØGUR

03. jun 2026

7 STUTTSØGUR

03. jun 2026

Donsk ungdómsbók

03. jun 2026

LOND

02. jun 2026

FÓTBÓLTUR

02. jun 2026

TÁ IÐ EVROPA FANN AMERIKA

03. okt 2022

HVØR AV ØÐRUM LIVA MÁ

Sára lærari hevur hesa heilsan frá 2.b

At fara á fjall og at fletta seyð er ein partur av mentan og samleika okkara. Hóast siðvenjan tykist at vera í góðum hondum, eru vit fleiri, sum sjáldan ella ongantíð hava sæð eitt lamb verða flett. Tí fóru vit í 2.b forvitin og fegin norður til Kollafjarðar at fletta hjá Hera, sum er lærari okkara og dugnaligur flettingarmaður.

Heri veit eina rúgvu um seyð. Í dag lærdi hann okkum um veðurlambið, og hvussu vit reka, svæva, tumma og opað seyð. 

Hann lærdi okkum eisini um innvølirnar, og hvat teir kunnu nýtast til. Vit lærdu millum annað, at blóðið verður brúkt til blóðpylsu, og at fótamørurin verður brúktur til rullupylsu.

Vit sluppu at hjálpa til frá byrjan til enda, og fingu møguleika at síggja og røra við veðurlambið. 

Takk fyri okkum, Heri. Vit eru glað fyri kjansin, álitið og minnisgripirnar (seyðabeinini).

 

Heilsan

2.b

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar