Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

  • Tilvildarlig mynd
18. mai 2022

RASKIR OG TREISKIR SÚKKLARAR Í 6. FLOKKI

 
Fríggadagin 6. mai vóru nakrir næmingar og vandu í Fitness vælveru. Av onkrari orsøk vóru bert 5 næmingar møttir, men teir skuldu so ikki snýtast fyri eina góða venjing. Teir næmingarnir, sum møttu vóru: Ria, Olivia, Brestir, Nóa og Leon. Lærarin, Eyvind Akraberg Hansen, hevði eina loyniliga ætlan hendan dag, og hann var spentur uppá, hvat mundi spyrjast burturúr. Næmingarnir skuldu fyrst súkkla, spinna,  innandura, síðan skuldu teir gera sirkulvenjingar og at enda skuldu teir royna seg í Cross Fitt, eitt nú at koppa hjól, ið viga umleið 70 kg.
 
“Eg vildi vita, um næmingarnir kláraðu at súkkla 20 kilometrar í part, tað var loyniliga ætlanin,” sigur Eyvind og heldur fram: “Tá ið næmingarnir komu at venja, vistu teir ikki um mína ætlan og vit settu okkum á hvør sína súkklu og fóru at súkla. Á súkklunum er ein skermur, ið fortelur, hvussu langt tey súkla. Tá ein løta var gingin, segði eg teimum frá, at eg vildi gjarna vita, um tey tilsamans kláraðu at súkkla 100 kilometrar, og at um tað eydnaðist skuldi eg geva teimum okkurt leskiligt at sløkkja tostan við omaná. Til mína stóru gleði, tóku tey sera væl ímóti avbjóðingini og løgdu í vaði. Hvørja ferð ein av næmingunum hevði súkkað 5, 10, 15 og 20 kilometrar klappaðu øll fyri viðkomandi og góðu uppmuntrandi rós. Soleiðis bleiv súkklað við sveittabroti, líka til vit høvdu súkklað allar 100 kilometrarnar.
 
Komnir á mál rindaðu næmingarnir møðina og fingu sær at drekka. Síðani fóru vit undir restina at programminum og væl gekk. Næmingarnir knossaðust við cirkulvenjingini og síðani fóru teir at koppa dekk. Jú mín sann, allir kláraðu tað.
 
Ikki kann sigast annað enn at hesir næmingarnir eru sera treiskir og hugagóðir og teir hava uppiboriðeitt stórt herðaklapp,” sigur ein væl nødgur Eyvind við heimasíðuna.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar